Tíðindi
Árið, ið fór í Ljóðbókatænastuni 2022
Arbeiðið heldur fram at fáa ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt út á eReolen, men har hava verið – og eru enn – forðingar. Nú eru tað serliga rættarligar forðingar eftir at greiða. Ljóðbókatænastan hevur framleitt 31 nýggjar ljóðbøkur í 2022, har serligur dentur var lagdur á at framleiða skúlabøkur fyri at royna koma longur niður á botn í einum bunka av skúlabókum, ið hava ligið á láni.
Arbeiðið heldur fram at fáa ljóðbøkurnar, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt – uml. 500 í tali – út á eReolen. Ljóðbókatænastan hevur leingi verið klár at leggja ljóðbøkur út á netið, men har hava verið – og eru enn – forðingar. Nú eru tað serliga rættarligar forðingar eftir at greiða.
Á sumri 2021 fekk Landsbókasavnið bjóðað limaskap í DDF (Det Digitale Folkebibliotek, ið rekur eReolen, sum er útlánsportalurin hjá bókasøvnum í danska ríkinum). Limaskapurin í DDF var neyðugur fyri at fáa atgongd til at bjóða lánarum hjá Landsbókasavninum atgongd til eReolen-skipanina. Limaskapurin var tó treytaður av, at Landsbókasavnið innan eitt ár vann á øllum tøkniligum forðingum – tvs. at vit fingu bókasavnsskipanina hjá Landsbókasavninum Reindex at samvirka við skipanina handan eReolen. Hetta arbeiðið var endiliga liðugt á várið 2022. Hetta merkti, at Landsbókasavnið kundi blíva endaliga góðkent sum fult galdandi limur av DDF í juni 2022.
Tíverri hevur tó ikki borið til enn at leggja føroyskar ljóðbøkur út á eReolen, tí rættarligu forðingarnar eru har enn. Sambært gomlu lóggávuni, sum enn var galdandi í 2022, hevur Ljóðbókatænastan rætt til at framleiða allar bøkur til ljóðbøkur uttan at spyrja upphavsrættindahavarar eftir, tá endamálið er at geva fólki við lesitarni/serligum tørvi atgongd til tær. Sbrt. lóggávuni kann almenningurin ikki fáa atgongd til hesar ljóðbøkur uttan avtalur eru gjørdar við rithøvundar/forløg. Neyðugt var tí at gera neyðugar avtalur og broyta lógina, um øll skuldu kunna fáa netatgongd beinanvegin til allar ljóðbøkurnar, Ljóðbókatænastan hevur framleitt.
Í 2022 hava Mentamálaráðið og Fjølrit arbeitt saman við Landsbókasavninum / Ljóðbókatænastuni um at fáa lóggávuna og øll rættindi uppá pláss – her undir avtalur við Rithøvundafelagið og Felagið Føroysk Bókaforløg, t.d. um býtið av gjaldi fyri útlán. Lógin er skrivað og hevur verið til hoyringar, men av tí at løgtingsval varð útskrivað seint í 2022, er øll mannagongdin seinkað, so lógin hevur ikki verið til viðgerðar á tingi enn, og er tí heldur ikki komin í gildi enn.
Vónandi kemur nýggja bókasavnslógin í gildi sum skjótast í 2023, soleiðis at tað fer at bera til at almannakunngera nýggja útlánsportalin í 2023 við føroyskum ljóðbókum – eisini soleiðis at reglurnar viðv. øllum ljóðbókaøkinum verða greiðari og smidligari, enn tær hava verið higartil, umframt at vit fáa eina skipan í lag, soleiðis at forløgini kunnu útvega sær ljóðfílur, framleiddar av Ljóðbókatænastuni burtur úr bókum hjá hesum forløgum, so tey kunnu leggja ljóðfílurnar út, t.d. á Mofibo og/ella aðrastaðni eisini, til gleði og gagn fyri øll, sum hava áhuga í føroyskum ljóðbókum.
Ljóðbókaframleiðslan í 2022
Ljóðbókatænastan hevur framleitt 31 nýggjar ljóðbøkur í 2022. Í 2022 var serligur dentur lagdur á at framleiða skúlabøkur – serliga roknibøkur, sum Ljóðbókatænastan hevur framleitt fyri NÁM – fyri at royna koma longur niður á botn í einum bunka av skúlabókum, ið hava ligið á láni.
Av teim 31 nýframleiddu ljóðbókunum eru:
- 4 ljóðbøkur til børn og ung
- 2 ljóðbøkur eru innan fagrar bókmentir
- 18 ljóðbøkur eru skúlabøkur
- 6 ljóðbøkur eru innan yrkisbókmentir
Haraftrat eru 27 ljóðbøkur ritstjórnaðar av nýggjum og gjørdar um til dagført MP3-format.
Hetta eru ítøkiligu ljóðbøkurnar, Ljóðbókatænastan hevur framleitt í 2022:
Fagrar bókmentir:
- Arktis – krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen, Kári Øster las
- Koparskrínið – skaldsøga eftir Jens Paula Heinesen, Elin Brimheim Heinesen las
Børn og ung:
- Hungursleikirnir IV - Ríman um sangfuglar og slangur – eftir Suzanne Collins, Gunnvá Zachariassen las
- Kuffi – søga fyri børn eftir Brynhild Andreasen, Elin Brimheim Heinesen las
Yrkisbókmentir:
- Teir sigldu úti 1 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge o.o. lesa
- Teir sigldu úti 2 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge las
- Teir sigldu úti 3 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge las
- Teir sigldu úti 4 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge las
- Teir sigldu úti 5 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge las
Skúlabøkur:
- Gaia 5 – grundbók – eftir Ingrid Spilde og Berit Bungum, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Hey 1 - Familja og vinir – eftir Lydiu Didriksen, Elin Brimheim Heinesen las
- Hey 2 - Arbeiði og frítíð – eftir Lydiu Didriksen, Elin Brimheim Heinesen las
- Rokning 1a – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 1b – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 1c – grundbók eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 1d – grundbók eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 1a-b – uppgávubók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 1c-d – uppgávubók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Bárður Háberg las
- Rokning 2 – uppgávubók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 2a – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 2b – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 3 – uppgávubók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 3a – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 3b – grundbók – eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Rokning 3b - javnbók - eftir Bjørnar Alseth, Ann-Christin Arnås, Henrik Kirkegaard, Mona Røsseland, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
- Súlan - Bókstava- og ljóðbók – eftir Gunvør Højgaard, Osvald Jacobsen, Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim las
Gev gætur!
Allar skúlabøkurnar, nevndar omanfyri, eru IKKI útgivnar á fløgum, men eru bara atkomuligar á heimasíðuni fyri fólkaskúlan: snar.fo, sum NÁM umsitur.
Liðugt innlisnar nýggjar ljóðbøkur, sum koma út í 2023:
Yrkisbókmentir:
- Stríðsárini 5 – eftir Niels Juel Arge, Magni Arge las
- Íkast til 1984 – Tann totaliteri staturin – eftir Jens Paula Heinesen, Elin Brimheim Heinesen las
Børn og ung:
- Rimarúmið – eftir Elina Michelsen, Barbara Hentze í Stórustovu las
- Sjórænaraskipið – eftir Bjørgfinn Nielsen, Elin Brimheim Heinesen las
- Spell at sólin kom upp – eftir Martin Næs, Elin Brimheim Heinesen las
Ljóðbøkur endurritstjórnaðar og í nýggjum MP3-formati:
Fagrar bókmentir:
- Sebastians Hús – eftir Oddvør Johansen, Súsanna Tórgarð las
- Skuggabaldur – eftir Sjón, Anfinnur Heinesen las
- Íslandsklokkan – eftir Halldór Laxness, Valdemar Dalsgaard las
Yrkisbókmentir:
- Havnar søga 4 – eftir Jens Pauli A. Nolsøe og Kári Jespersen, Heri Jacobsen og Høgni Joensen
- Klaksvíkar søga – eftir Hans Andrias Sølvará, Óli Olsen og Fróði Løkságarð lósu
- Kærleiki undir krígnum – eftir Kirstin Didriksen, Ingrid Sondum las
- Merkið: Flaggsøgan – eftir Niels Juel Arge, Jógvan Arge las
- Serstakar hendingar á sjónum – eftir Torleif Johannesen, Øssur Kjøbro las
- Skarðsbygd: Tey orkaðu ikki meir – eftir Páll Kunoy, Hans Jacob Hermansen las
- Søgan um jødarnar – eftir Sonna Smith, Sonne Smith las sjálvur
Skúlabøkur:
- Hervør og Høgni í triðja – eftir Rannveig Hovgaard, John Næs Berg, fleiri lósu
- Íslandsklokkan – skúlaútgáva – eftir Halldór Laxness, Valdemar Dalsgaard las
- Kristni 6 – eftir Jón Magnus Joensen, Súsanna Holm las
- Kristni 8 – eftir Charlottu Thorsteinsson og Paulinu Andreasen, Bjørg Fjallsbak las
Børn og ung:
- Kalt blóð 01 - Tey horvnu børnini – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 02 - Hin svaki professarin – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 03 - Hin stóri dreygurin – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 04 - Tú ert deyður, Teitur! – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 05 - Rýmdur – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 06 - Hitt triðja træið – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 07 - Steðga bumbu-manninum – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 08 - Føst í eldinum – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 09 - Hypnosumorðið – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Kalt blóð 10 - Deyðin í sjónum – eftir Jørn Jensen, Hjálmar Dam las
- Keisarin av Portugáliu – eftir Selmu Lagerlöf, Allan Dalsgarð las
- Krambúðartjóvurin – eftir Bent Faurby, Margreta Næss las
- Sanna Gøtubarn – eftir Mecka Lind, Malan Thomsen las
Elin Brimheim Heinesen, ljóðbókafyristøðufólk
Ljóðbókatænastan
4. januar 2023
Seinastu greinar
Vegna starvsfólkadag hava vit stongt fríggjadagin 11. oktober Opið er aftur mánadagin 14. oktober kl. 08.30 Les meira »
Kim Simonsen er høvundurin, ið eigur yrkingina í oktoburmánaða. Yrkingin er úr nýggjasta savni hansara ” Lívfrøðiliga samansetingi… Les meira »