Kvøldseta á Landsbókasavninum - Flora Heilmann

13. January 2023

19. januar, klokkan 20

Í 1931 lat danska listakvinnan, Flora Heilmann, Landsbókasavninum 60 myndir av føroyskum myndevnum; húsum, kirkjum og lutum. Hon gjørdi tær í árunum 1927-1931. Við teimum vildi hon fanga tíðina, sum var við at fara, og tann gamla føroyska lívsháttin, sum var við at broytast.
Landsbókasavnið hevur varðveitt gávuna frá Floru Heilmann í yvir 90 ár. Á vári 2022 vóru allar myndirnar rammaðar inn av nýggjum og vístar fram aftur.
Hóskvøldið 19. januar kl. 20, fáa vit tveir gestir á gátt at siga eitt sindur um Floru Heilmann og hennara myndir.
Martin Næs, rithøvundur og fyrrv. landsbókavørður, fer at greiða frá týdninginum av, at landið hevur eitt stað - ella fleiri støð - sum kunnu savna og varðveita og miðla mentanarligt tilfar. Eisini fer hann at umrøða tann ómetaliga týdning, sum vælvildarfólk - sum Flora Heilmann eisini var - hava fyri ein stovn sum Landsbókasavnið.
Meduna Dalsgaard, arkitektur á Tjóðsavninum, fer at samanbera húsamotivini í myndunum hjá Floru við myndir frá nýggjari tíð.
Aftaná verður høvi til at síggja myndirnar hjá Floru. Ætlanin er at sýningin skal standa til í summar.
Kvøldsetan er ókeypis og varir uml. ein tíma. Øll eru vælkomin!


Back to news
Skrivað: Laura Vinther

Recent articles