Landsstýriskvinnan vitjaði Landsbókasavnið

  • Aftast til vinstru: Laura Vinter, informatiónsfrøðingur og mentanarmiðlari, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Elin Brimheim Heinesen frá Ljóðbókatænastuni og Sólvør Henriksen, informatiónsfrøðingur.
26. mai 2023

Virksemið á Landsbókasavninum hugtók landsstýriskvinnuna í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, sum mikudagin var á vitjan á Landsbókasavninum.

”Tað er eitt megnar arbeiði, sum hvønn dag verður gjørt fyri mongu brúkararnar av Landsbókasavninum. Bókasøvn hava ein týðandi leiklut í einum livandi og væl virkandi fólkaræði, har uppgávan er at veita fría atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan, umframt leiklutin at stimbra  fólkaræðisliga  rættin  at taka lut í samfelagnum. Tað hevur frøtt meg at fylgt við menningini á bókasavnsøkinum ta seinastu tíðina, og tað er eisini ótrúliga áhugavert at síggja og hoyra um nógva virksemið á Landsbókasavninum, sum fevnir um alt frá at savna føroyskar bókmentir; at taka ímóti skylduavhendingini; at skráseta, varðveita og at fremja útbreiðslu av kunnleika og at veita vísindabókasavnstænastu v.m.”, segði landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan nýtti eisini høvið at fegnast um nýggju bókasavnslógina, sum júst er samtykt og skjótt at fáa føroysku ljóðbøkurnar út til almenningin. Eisini fegnaðist hon um tað stóra arbeiðið, sum er ígongd við at menna nýggjar nýmótans bókasavnstænastur til frama fyri alla ta føroysku tjóðina.

Á Landsbókasavninum eru tey fegin um nýggju bókasavnslógina og gleða seg til framtíðina, har Landsbókasavnið eitt nú fer at virka sum universitetsbókasavn í einum komandi Kampus umhvørvi, og samstarv millum Setrið og Landsbókasavnið er longu byrjað, greiddi Annika Smith, landsbókavørður frá.

Á vitjanini kunnaði Annika Smith um føroysku bókasavnssøguna. Elin Brimheim Heinesen kunnaði um virksemið hjá Ljóðbókatænastuni. Harumframt legði Sólvør Henriksen, informatiónsfrøðingur, fram um virksemið á Føroyadeild, og Laura Vinther, informatiónsfrøðingur og mentanarmiðlari, legði eisini fram.

Mynd. Aftast til vinstru:

Laura Vinter, informatiónsfrøðingur og mentanarmiðlari, Torkil V. Rasmussen, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, Elin Brimheim Heinesen frá Ljóðbókatænastuni og Sólvør Henriksen, informatiónsfrøðingur.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Summar 2024: Opið 10-14

Vit hava opið alt summarið, men við skerdum upplatingartíðum. Les meira »


18. juni 2024
Grundlógin 175 ár

Støkk inn á gólvið og síggj eina framsýning um grundlógina, sum í ár fyllir 175 ár. Les meira »


05. juni 2024