Barsilsstarv fyri bókavørð á Landsbókasavninum

30. januar 2024

Ein av okkara dugnaligu bókavørðum fer í barsil og tí søkja vit eftir bókavørði at seta 1. mars til 1. januar 2025.

Um starvið
Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.

Uppgávurnar eru

 ·        at luttaka í vaktarskipanini í útláninum

·        at luttaka í átøkum innan miðlan av tilfari og tilboðum bókasavnsins

·        at hava um hendi innsavnan av smáprenti og øðrum skyldutilfari í tilknýti til Føroyadeildina

·        at skráseta bókasavnstilfar

 Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum bókavørður, so sum Cand.scient.bibl., bibliotekar DB ella onnur bókasavnsfaklig útbúgving.

Tú skal kunna arbeiða í toymi við bundnum uppgávum. Dentur verður eisini lagdur á, at tú er sinnað/ur at luttaka í menningaátøkum, men eisini sjálvstøðugt við egnum hugskotum.

Vit rokna við at tú hevur

 ·        Góð samstarvsevni

·        Sjálvstøðugt arbeiðslag

·        Góðan tænastuhugburð

·        Góðan teldukunnleika

·        Góðar málførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum.

 Vit kunnu bjóða

Eitt fjøltáttað og avbjóðandi starv í einum spennandi fakligum umhvørvi saman við eldhugaðum starvsfólkum. Í løtuni eru vit 20 starvsfólk, átta eru bókavørðir.

 Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tórshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Umsóknarfreistin er 14. februar 2024.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð á tlf. 340511

 

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Dreymasmiðjan

Villiniborgir millum tekst og mynd, ein prosessframsýning um at smíða dreymar vakandi - Framsýning hjá Rakel Helmsdal Les meira »


19. februar 2024
Føroysk bókasøvn stovnað nýggja bókmentavirðisløn

Tíðindaskriv Les meira »


02. februar 2024