Leyst starv til lesandi

06. september 2024

Savnshjálpari til Landsbókasavnið (4 tímar um vikuna)

Landsbókasavnið leitar eftir einum áhugaðum lesandi at arbeiða við talgilding av pappírstilfari, 4 tímar um vikuna. At byrja 15. oktober 2024.

Um tú ert ábyrgdarfull/ur, álítandi og hevur áhuga fyri mentanararvi og søgu, so kann starvið vera ein upplagdur møguleiki fyri teg at læra um innihaldið á handritadeildini á Landsbókasavninum! Vit varðveita millum annað gomul kvæða- og vísuhandrit, sum nú verða gjølliga avmyndað, miðlað, skrásett og pakkað.

 

Arbeiðsuppgávur

  • Skanning av pappír og skjølum
  • Klipping av talgildum tilfari til miðlan

 

Førleikakrøv

  • Lesandi á Setrinum og hevur áhuga fyri føroyskari søgu, mál og/ella mentanararvi
  • Ábyrgdarfull/ur og nærlagdur/løgd
  • Sjálvstøðug/ur og miðvís/ur

 

Arbeiðstíð

  • Arbeiðið byrjar týsdagin 15. oktober 2024
  • Arbeiðstíðin er 4 tímar um vikuna

 

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Um tú ynskir at verða partur av einum lítlum talgildingartoymi og hjálpa við at varðveita tann føroyska mentanararvin, so send okkum tína umsókn og CV áðrenn umsóknarfreistina 1. oktober:

Landsbókasavnið v/handrit.fo, J.C. Svabosgøtu 16, postboks 61, 110 Tórshavn

ella teldupostur: handrit@lbs.fo

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 

(Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heiðrún Hödd Guðmundsdóttur, handritadeild, tlf. 340528)


Aftur til tíðindi
Skrivað: Rikke Borgaard

Seinastu greinar

Leyst starv til lesandi

Savnshjálpari til Landsbókasavnið (4 tímar um vikuna) Les meira »


06. september 2024
Framsýning við kollasjulist eftir Vónbjørt Vang

Nýggj framsýning er sett upp í forhøllini á Landsbókasavninum. Framsýningin er opin árið út, og tú ert vælkomin tá bókasavnið er o… Les meira »


02. september 2024