News
Vinnarar frá Vísindavøkuni funnir
30. September 2024
Tað er ókeypis at læna á bókasavninum, og øll kunnu læna á øllum bókasøvnum! Hetta var høvuðsboðskapurin hjá okkum á ársins vísindavøku.
Landsbókasavnið var við til Vísindavøkuna 2024 í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 27. september. Tað var Granskingarráðið, sum skipaði fyri, og á skránni vóru m.a. fyrilestrar og básar serliga ætlað børnum í miðdeild fólkaskúlans.
Vit høvdu ein bás, har vit kunnaðu um føroysk bókasøvn. Vitjandi kundu svara fýra spurningum og harvið luttaka í eini spurnarkapping, har vinningarnir vóru trý gávukort á 500 krónur. Rættiliga nógv børn, ung og eisini vaksin vitjaðu vísindavøkuna, og eini 300 svarseðlar komu inn. Tríggir vinnarar eru nú funnir og fáa beinleiðis boð.