Altjóða OPIN ATGONGD vika

23. oktober 2024

Altjóða OPIN ATGONGD vika ella Open Access Week er vikuna 21. – 27. oktober 2024. Temað í ár er tað sama og í fjør: Community over Commercialization ella Felagsskapur fram um vinnulig endamál. Sí: https://www.openaccessweek.org/theme

Opin atgongd (Open Access) er hugtak, sum verður brúkt um ávísan útgávuhátt, t.e. ávísa framferð til almannakunngerð av talgildum útgávum og miðlan av akademiskum / vísindaligum tilfari.

Høvuðsendamálið við opnari atgongd er, at fræls og ókeypis atgongd (í elektroniskum formi) er til granskingarúrslit, sum eru fíggjað við almennum pengum.

Sum dømi hevur Danmark gjørt eina langtíðarætlan fyri opna atgongd. Endamálið er 100% opin atgongd á alment fíggjaðari gransking. Sí meira á Uddannelses- og Forskningsministeriet: https://ufm.dk/.../danmarks-nationale-strategi-for-open... og Dansk Open Access-Indikator: https://oaindikator.dk/

Fyrimunir við OA:

Økt atgongd og ávirkan / Frí atgongd til upplýsingar og vitan / Framstig í vísindum gerast skjótari og vitan økist / Atgongd hjá almenningi / Samfelagsligur fyrimunur / Minni kostnaður fyri bókasøvn og samfelagið sum heild.

Skrá yvir bøkur við opnari atgongd: https://www.doabooks.org/

Skrá yvir tíðarrit við opnari atgongd: https://doaj.org/

Les meir á: https://en.wikipedia.org/wiki/Open_access / https://da.wikipedia.org/wiki/Open_access

Keldur til myndir.

Rað 1: Pwani University Library, Wardha Bokhari, laimagendelmundo

Rað 2: Lazarus Matixirofa, laimagendelmundo, FDR Presidential Libaray & Museum

Rað 3: Slobodan Radicev, Cancillería Ecuador, Samuel McDermott, Richard Bowman, Kerrianne Harrington and William Wadswort

Lás & sniðgeving: Kim Henze

#OAWeek

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Landsstýrismaðurin vitjað á Landsbókasavninum.

Øll skulu hava atgongd til bókasavnstænastur, tí bókasøvn eru ein mannarættur. Tað segði Annika Smith, landsbókavørður millum anna… Les meira »


21. mars 2025
Altjóða poesidagur og Downs syndrom dagur

Ein góð yrking kann kveikja nýggjar tankar, kann seta heimsins størstu spurningar í frásjón. Á einum bókasavni kann tað ve… Les meira »


21. mars 2025