Vinnarin av ársins Lesaravirðisløn!

02. mars 2025

Bókin ”Lygn” hjá Eyðuni Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum. Handanin verður á bókasavninum við Løkin mikudagin 5. mars.

Bókin ”Lygn” hjá Eyðuni Klakstein hevur vunnið ársins Lesaravirðisløn hjá føroysku bókasøvnunum.

Í allan februar mánaða hevur verið gjørligt at atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá føroysku bókasøvnunum.

Tey trý tilnevndu verkini í 2025 vóru ”Lygn” eftir Eyðun Klakstein, ”Sára Malena : seinasta gandakellingin í Føroyum” eftir Sólrún Michelsen og ”Vilstar røtur” eftir Ingun Christensen og vinnarin gjørdist ”Lygn”.

Mikudagin 5. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin, áljóðandi 30.000 kr, handað á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Øll eru hjartaliga vælkomin til handanina, har vit fara at fáa upplestur, tónleik og lítið ábit.

Á øðrum sinni verður Lesaravirðislønin latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvið at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Atgongd til yvir 7.000 bløð og tíðarrit úr øllum heiminum

Bókasøvn kring landið bjóða tær nú at lesa yvir 7000 túsund bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Vit hava teknað hald til PressRead… Les meira »


07. november 2025
Yrkingin í novembur

Týsdagin 21. oktobur varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri savnið Svørt orkidé. Í h… Les meira »


01. november 2025