Universitetsbókasavnið skal styrkjast

11. apríl 2025

Landsbókasavnið sum universitetsbókasavn - Strategi 2025-2030

Fyri at røkja og menna uppgávuna sum universitetsbókasavn á besta hátt, hevur Landsbókasavnið gjørt eina strategi, sum skal virka sum stavnhald fyri menningini. Orð eru sett á 7 strategisk virkisøkir og mál, sum bókasavnið longu er farið at virka eftir.

Landsbókasavnið hevur í nógv ár veitt tænastur til lesandi, undirvísarar og granskarar á Fróðskaparsetrinum - og til almenningin annars. Í fjør var staðfest í lóg, at Landsbókasavnið formliga skal vera universitetsbókasavn og skal styrka hesa tænastuna. Harumframt er Landsbókasavnið høvuðsbókasavn og tjóðbókasavn. 

Strategiin kann lesast her:

Strategi, universitetsbókasavnið 2025-2030.pdf

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

Maria R. Mikkelsen (1877-1956)

Í dag á kvinnustríðsdegnum fara vit at heiðra eina heilt serliga kvinnu, sum hevur havt sera stóran týdning fyri samtíðina, okkum… Les meira »


08. mars 2026
Lesaravirðislønin 2026

Mikudagin 4. mars varð Lesaravirðislønin hjá Føroysku bókasøvnunum handað Vónbjørt Vang, fyri bókina "Svørt orkidé", á Landsbókasa… Les meira »


05. mars 2026