Tíðindi
Tríggir vinnarar funnir á Vísindavøkuni 2025
Umleið 350 svarseðlar komu inn. Vit hava nú funnið tríggjar vinnarar.
Øll kunnu læna á øllum bókasøvnum í landinum - og tað er ókeypis at vera lánari
Hetta vóru svarini til tveir teir fyrru spurningarnar hjá okkum á ársins vísindavøku. Tá svarað varð uppá triðja spurningin, vóru tað fleiri, sum hildu, at man væl kundi seta kross í báðar svarmøguleikarnar. Vit hava tí eisini góðtikið at ein, sum arbeiðir á bókasavninum, bæði kann vera ein bókavørður og ein bókaormur.
Landsbókasavnið var við til Vísindavøkuna 2025 í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september. Tað var Granskingarráðið, sum aftur í ár skipaði fyri, og á skránni vóru m.a. fyrilestrar og básar serliga ætlað børnum í miðdeild fólkaskúlans.Vit høvdu ein bás, har vit kunnaðu um føroysk bókasøvn. Vitjandi kundu svara trimum spurningum og harvið luttaka í eini spurnarkapping. Vinningarnir vóru trý gávukort á 500 krónur. Rættiliga nógv børn, ung og eisini vaksin vitjaðu vísindavøkuna, og eini 350 svarseðlar komu inn. Tríggir vinnarar eru nú funnir og fáa beinleiðis boð.
Seinastu greinar
Yrkingin í augustmánaða er Snípan eftir Heðin Brú. Yrkingin stóð í Varðanum XIV frá 1934. Seinni í mánaðinum fara vit at hátíðarha… Les meira »
Tátturin varð skrivaður í 18. øld um Ánias ella Ánanias. Tað var Dr. Jakob Jakobsen, sum fekk hetta kvæði frá J. H. Schrøter yngra… Les meira »



