OPIN ATGONGD vika

17. oktober 2025

Hvør eigur vitanina? Í komandi viku frá 20. til 24. oktober er altjóða OPIN ATGONGD vika

Altjóða OPIN ATGONGD vika ella Open Access Week er vikuna 20. – 26. oktober 2025. Evnið í ár er: Who Owns Our Knowlegde? ella Hvør eigur vitanina? Hvønn dag komandi vikuna fara vit at leggja eitt stutt, upplýsandi brot út á sosialu miðlarnar og heimasíðuna um opna atgongd.

Opin atgongd er hugtak, sum verður brúkt um ein ávísan útgávuhátt, t. e. ávís mannagongd fyri hvussu vísindaligt tilfar verður tøkt hjá almenninginum.

Høvuðsendamálið við opnari atgongd er, at ókeypis atgongd er til granskingarúrslit (á talgildum pallum), sum eru fíggjað við almennum pengum.

Í 2014 samtykti Granskingarnevndin, at Granskingarráðið í høvuðsheitum skal taka undir við politikkinum um opna atgongd fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum. Og eitt nú í Danmark er ein langtíðarætlan fyri opna atgongd gjørd. Endamálið er 100% opin atgongd á alment fíggjaðari gransking.
Sí meira á Uddannelses- og Forskningsministeriet og Dansk Open Access-Indikator.

Fyrimunir við OA:

  • Økt atgongd og ávirkan
  • Frí atgongd til upplýsingar og vitan
  • Framstig í vísindum gerast skjótari, og vitan økist
  • Atgongd hjá almenninginum
  • Samfelagsligur fyrimunur
  • Minni kostnaður fyri bókasøvn
  • Samfelagið sum heild

Skrá yvir bøkur við opnari atgongd: https://www.doabooks.org/

Skrá yvir tíðarrit við opnari atgongd: https://doaj.org/

Les meir á:

https://www.openaccessweek.org/theme/english

https://en.wikipedia.org/wiki/Open_access

https://da.wikipedia.org/wiki/Open_access

Granskingarráðið: Frí atgongd til granskingarúrslit 

#OAweek


Aftur til tíðindi
Skrivað: Svend Højgaard

Seinastu greinar

OPIN ATGONGD vika

Hvør eigur vitanina? Í komandi viku frá 20. til 24. oktober er altjóða OPIN ATGONGD vika Les meira »


17. oktober 2025
15 góðar týddar føroyskar bókmentir

Tann fimtanda í hvørjum mánað gera vit eina nýggja framsýning við fimtan útvaldum bókum um skiftandi evnir. Frá oktober til novemb… Les meira »


16. oktober 2025