Tíðindi
Rithøvundurin eigur upphavsrættindini
Upphavsrættur spælir ein stóran leiklut í útgávu við opnari atgongd.
Við opnari atgongd letur høvundurin ikki rættindini frá sær, men gevur forlagnum eitt nýtsluloyvi til verkið, so at øll kunnu útvega sær tað og nýta tað við einføldum treytum.
Creative Commons loyvini eru vanligu loysnirnar í hesum sambandi.
Les meir um Creative Commons á síðuni Creativecommons.org her
Útgávuhátturin við opnastu treytunum kallast CC-BY. Her letur rithøvundurin ávís rættindi m.a. til at deila, broyta og at brúka verkið í undirvísing, so leingi víst verður til høvundin.
Vit viðmæla, at granskarar seta CC-loyvi á greinar, sum teir leggja á Pure.fo.
Tú eigur vitanina, og tú ásetur treytirnar - ikki forlagið.
Seinastu greinar
Bókasøvn kring landið bjóða tær nú at lesa yvir 7000 túsund bløð og tíðarrit úr øllum heiminum. Vit hava teknað hald til PressRead… Les meira »
Týsdagin 21. oktobur varð kunngjørt, at Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2025 fyri savnið Svørt orkidé. Í h… Les meira »