Bókasavnsgjaldið 2025

01. desember 2025

Bókasavnsgjaldið fyri 2025 verður útgoldið ein av komandi døgunum. Eins og undanfarnu ár verður útgjaldið goldið sum b-inntøka.

Útgjaldið á 1.793.000 kr. verður býtt millum 375 høvundar.

Nýggja kunngerðin um býtið av bókasavngjaldinum frá 15. august í ár, hevur m.a. tær broytingar við sær, at upplesarar av ljóðbókum nú eisini fáa lut í bókasavnsgjaldinum. Eisini verða bókmentir á upprunamáli raðfestar hægri og fáa lutfalsliga størri lut í bókasavnsgjaldinum og týðingar fáa lutfalsliga minni.

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Bókasavnsgjaldið 2025

Bókasavnsgjaldið fyri 2025 verður útgoldið ein av komandi døgunum. Eins og undanfarnu ár verður útgjaldið goldið sum b-inntøka. Ú… Les meira »


01. desember 2025
Yrkingin í desembur

Nansý Sunadóttir fekk ársins Ebbu-virðisløn. Virðislønin verður á hvørjum ári latin ungum ritøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur… Les meira »


01. desember 2025