Danska Mediearkivet er opið aftur

07. July 2026

Atgongd fæst á Landsbókasavninum og størru bókasøvnunum úti um landið.

Í eina tíð hava brúkarar á størru bókasøvnunum í Føroyum, á Fróðskaparsetrinum og á Landsbókasavninum havt trupulleikar við at sleppa framat grunninum við donskum dagbløðum og faktíðarritum.
Veitarin, sum var Infomedia, er nú lagdur saman við Retriever, og grunnurin er fluttur á nýggjan pall. Hetta gekk ikki so smidliga, sum veitarin ætlaði. Men nú er opið aftur, og grunnurin líkist sær sjálvum.
Atgongd fæst við IP-adressum, sum merkir at brúkarar mugu vera staddir á einum stovni, sum hevur hald. Tað er í hesum føri á Landsbókasavninum, Klaksvíkar bókasavni, Bókasavninum við Løkin, Býarbókasavninum í Havn og á deildunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.


Back to news
Skrivað: Svend Højgaard

Recent articles