News
Yrkingin í novembur
01. November 2026
Yrkingin í novembermánaða er yrkingin Heimleys, sum Billa Hansen hevur skrivað. Billa var ein av fyrstu kvinnunum, sum yrkti á føroyskum. Ritverk hennara er ikki stórt í vavi, men nakrar yrkingar eru, og ein teirra er hendan, sum fyrst stóð í blaðnum Várskoti í 1898. Í ár eru 75 ár síðani, Billa andaðist.