News
25 ára starvsdagar á Landsbókasavninum
02. November 2026
Fríggjadagin 30. oktober varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Sóleyg Kjærbæk og Alis Joensen hava havt 25 ára starvsdag á Landsbókasavninum. Borðreitt varð við góðum morgunmati, køkum og kaffi fyri starvsfelagum og familju.
Sóleyg er bókabindari á verkstaðnum og Alis er bókasavnshjálpari, har hon í høvuðsheitum tekur sær av bókasavnsgjaldinum.
Góðu tit takk fyri gott samstarv hesi 25 árini. Tað er gott at hava starvsfelagar sum tykkum.