Bøkur hjá Steinprenti / summarframsýnigin á Landsbókasavninum

03. juli 2018

Steinprent, Grafiski Verkstaður Føroya, varð settur á stovn í Havn í 1999. Verkstaðsfólkini eru tey bæði, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku. Afturat teimum eru eisini Magnus V. Andersson og Louise Aakermann Nielsen, umframt listafólk, so at tað er ikki ov mikið sagt, at talan er um eitt listarligt umhvørvi á Skálatrøð í Havn.

Fyrstu árini lá verkstaðurin í norðurendanum í Listasavni Føroya. Síðstu árini hevur verkstaðurin húsast í gomlu fabrikkini hjá Östrøm í Havn, ein bygningur, sum í dag er halgaður mentanini.

Jan Andersson er útlærdur litograf hjá I.C. Sørensen í Hjørring, har hann hevði verkstað fyrr, og Fríða Matras Brekku er listakvinna umframt dagliga arbeiðið í Steinprenti. Aftrat verkstaðnum er komið eitt gallarí við hópin av listaframsýningum.

Á framsýningini eru bøkur, hondgjørdir blokkar og eskjur gjørdar av avlopstilfari, okkurt royndarprent, litir og dokumentatión og ein litografiskur steinur, ið er klárur til prent.

Til ber at vitja framsýningina tá bókasavnið er opið. Verið hjartaliga vælkomin.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Hundrað hús gera ein livandi bý

Samansett framsýning av verkum eftir leirlistakvinnuna Guðrið Poulsen og høvundin Gunnar Hoydal. Við orðum og leiri evna Gunnar o… Les meira »


18. januar 2019
Open Athens

Open Athens er ikki virkið í løtuni, tað vil siga at tað ber ikki til at leita eftir greinum heimanifrá. tó er møguligt at sita á… Les meira »


07. desember 2018