Regin Dahl 100 ár

04. november 2018

Røðan hjá landsbókavørðinum til 100 ára hátíðarhaldið fyri Regini Dahl

Eg fari vegna Kim Simonsen og Landsbókasavnið at bjóða tykkum vælkomin á Landsbókasavnið, sum í dag er karmur um 100 ára hátíðarhald fyri Regini Dahl.

Sum tjóðbókasavn hevur Landsbókasavnið til endamáls at savna, skráseta og goyma allar føroyskar bókmentir og alt sum er skrivað um Føroyar og av føroyingum, eisini óútkomið tilfar, so sum handrit. Endamálið er at varðveita ein týðandi part av føroyska mentanararvinum til eftitíðina. Tískil hevur Landsbókasavnið allar bókaútgávurnar og tónleikaútgávurnar hjá Regini Dahl í varðveitslu

Landsbókasavnið hevur millum ár og dag fingið nógvar forvitnisligar gávur. Her er talan bæði um prentað tilfar og um handrit, frá bæði einstaklingum og stovnum.

Eitt av hesum søvnum frá einstaklingi er handritasavnið sum lá eftir Jákup Dahl próst, pápa Regin Dahl. Í savninum eru fyrst og fremst sálmar, prædikur, røður og lestrar. Umframt hetta fevnir savnið eisini um eitt stórt brævasavn og eitt rúgvismikið myndasavn.

Í savninum er eisini forkunnugt tilfar eftir Regin Dahl, so sum handrit, nótar, myndir og brøv.

Jákup Dahl, yngri læt Landsbókasavninum hetta virðismikla savnið.

Í samband við haldið í dag hevur Landsbókasavnið gjørt eina lítla framsýning uppiá í útláninum. Framsýningin er í trimum pørtum.  Fyrsti parturin er brot úr privatlívi hansara, næsti um skaldskap hansara og tann triði um tónleikin.

Í samband við hesa framsýning hevur Landsbókasavnið eisini fingið annað tilfar afturat í varðveitslu, til gleði fyri øll ið granska Regin Dahl. Hetta eru vit sera takksom fyri.

Sum partur av framsýningini er eisini møguleiki at síggja filmin, “Útiseti” eftir Katrina Ottarsdóttir frá 1986, og at lurta eftir útgávuni, “Barnarímur”. Regin Dahl syngur og spælir sjálvur løgini.

Forlagið “Orð og løg” hevur júst givið út yrkingasavnið “Dansa við deyðans grindir” eftir Regin Dahl. Hetta er úrvalsyrkingar úr øllum hansara yrkingasøvnum, frá ti fyrsta til tað seinasta, stórt hundrað yrkingar tilsamans. Áðrenn bókin kom út fekk Ljóðbókatænastan hjá landsbókasavninum handritið, soleiðis at møguleiki var at fáa bók og ljóðbók út samstundis. Hetta er allarhelst fyrstu ferð at eitt verk er komið út sum bók og ljóðbók samstundis, á hvør sínum forlagi.

Hetta er eisini fyrsta føroyska ljóðbók við yrkingum sum ljóðbókadeildin hevur framleitt, og tað er Hans Tórgarð sum lesur.

Við á framsýningini er nýggja frímerkið og signeraðir fyrstadagsbjálvar, sum er útkomið til høvið.

 

Skráin í dag er hendan:

Lea Kampmann spælir eitt lag eftir Regin Dahl
Annika Smith landsbókavørður bjóðar vælkomin

Hanus Kamban hugleiðir um Regin Dahl
Kim Simonsen sigur frá um um frímerkið.

So verður steðgur í uml. hálvan tíma, har vit fara uppá til kaffi og køkur, og møguleiki verður at hyggja eftir framsýningini og Posta leggur frímerkið fram og signerar fyrstadagsbjálvar.

Eftir steðgin leggur Knút Háberg Eysturstein nýggju bók sína fram, “Heimurin ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”.
Halgir Winther Poulsen fer at presentera nýggja yrkingasavnið “Dansa við deyðans grindir” eftir Regin Dahl, og Heðin Klein fer at lesa upp.
Lea Kampmann endar við at tulka eitt lag eftir Regin Dahl


....

Vónandi fáa vit eina hugnaliga løtu saman. Tað hevði glett okkum, um tit geva tykkum tíð til at skriva í gestabókina úti í forhøllini.

 

 

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Open Athens

Open Athens er ikki virkið árið út, tað vil siga at tað ber ikki til at leita eftir greinum heimanifrá. tó er møguligt at sita á L… Les meira »


07. desember 2018
Fyrilestur og pallborðsfundur um ljóðbøkur

Frágreiðing, fyrilestur og pallborðskjak um ljóðbøkur Á Bókadøgunum var áhugavert tiltak við fyrilestri og pallborðskjaki sunnuda… Les meira »


03. desember 2018