Landsbókasavnið 190 ár

12. November 2018

Føðingardagshald við røðu, framløgu og eitt afturfunnið skjal

Røðan hjá landsbókavørðinum til 190 ára føðingardagin

Alt fleiri vísindaligar útgávur koma á talgildu pallarnar. Talgilda dokumentið er lætt at broyta, og kann setast í ørgrynnu av kontekstum. Tað ávirkar hvussu lesandi og granskarar handfara vísandiligt tilfar. Við hesari flyting til talgildu pallarnar verður leikluturin hjá bókasavninum í granskingarprosessini broyttur. Bókasavnsyrkið kann ikki gera annað enn at laga seg eftir nýggja vitanarlandslagnum.

Heinta og les røðuna hjá Anniku Smith, landsbókavørði, á 190 ára haldinum hjá Landsbókasavninum her

 

Framløga á 190-árahaldinum hjá Landsbókasavninum 9. novembur 2018 við Svend Højgaard

Eg havi valt at royna ein nýggjan ´formidlings-platform´ við hesum tekningunum :) Góðan dag. Hjartaliga tillukku - Landsbókasavnið - við hesum 190 árunum!

Heinta og les framløguna hja Svend Højgaard: Landsbókasavnið – vitin í vitanarsamfelagnum

 

Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi

Burturgloymda handritið eftir H.C. Lyngbye, bleiv lagt fram á 190 ára føðingardegnum. Handritið lá lá heilt óvæntað í eini handritaeskju við skjølum eftir V.U. Hammershaimb. Hetta er eitt dømi um, hvat mann kann koma framá í goymslum Landsbókasavnsins. Eitt handrit, sum øll hava hildið var burturmist, er komið undan kavi.

H.C. Lyngbye handrit Sigurds kvad, 18. februar 1818

H.C. Lyngbyes udgave af "Sigurds kvad" opskrevet på Færøerne 1817, Ole Wich 2018

 


Back to news
Skrivað: Laura Vinther

Recent articles