Starvslýsing

04. februar 2019

Skrivstovufólk til Landsbókasavnið

Søkt verður eftir skrivstovufólki ella líknandi til Landsbókasavnið at byrja 1. mars 2019 ella skjótast til ber. Starvið er fulla tíð, 39 tímar um vikuna, og arbeitt verður fyri ein part í vaktum.

 

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og arbeiðið fakliga krevjandi og fevnir um ymiskt skrivstovuarbeiði m.a. at avgreiða stuðulsjáttanirnar sum Landsbókasavnið umsitur. Harumframt kemur tú at arbeiða í móttøkuni, har tú kemur at samskifta við okkara lánarar.

Førleikakrøv
Til starvið krevst skrivstovuútbúgving ella viðkomandi royndir og at tann ið sett/settur verður, hevur

·         góð samstarvsevni

·         sjálvstøðugt arbeiðslag

·         góðan tænastuhugburð

·         nærlagni

·         góðan teldukunnleika

·         kunnleika til excell

·         góðar málførleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum

Tú mást tola broytingar

 

Vit bjóða tær

eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú fært møguleika at menna bókasavnið og tær tænastur vit bjóða.

 

Setanartreytir

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

 

Hevur hetta áhuga

kanst tú senda skrivliga umsókn, saman við avritum av prógvum og yrkisleið (cv) til:

Anniku Smith, Landsbókasavnið, J.C. Svabos gøtu 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 18. februar 2019.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð, tlf. 340511

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Infomedia - Milliónir av greinum á netinum  :)

Visti tú, at á Landsbókasavninum og á summum bókasøvnum í Føroyum, er ókeypis atgongd til greinasavnið hjá Infomedia við milliónum… Les meira »


13. februar 2019
Starvslýsing

Skrivstovufólk til Landsbókasavnið Les meira »


04. februar 2019