STUDENT RESOURCES IN CONTEXT

18. februar 2019

Tá tú skalt skriva uppgávu í skúlanum, kann Student Resources in Context (frá forlagnum Gale) vera eitt gott stað at byrja, um tú vilt kanna eitt evni, stað, fólk, hending ella annað. Fyri hvørja grein, mynd ella sjónband, tú finnur í grunninum, eru referansur knýttar, so tú altíð hevur møguleika at gera ein góðan keldulista.

STUDENT RESOURCES IN CONTEXT

Tá tú skalt skriva uppgávu í skúlanum, kann Student Resources in Context (frá forlagnum Gale) vera eitt gott stað at byrja, um tú vilt kanna eitt evni, stað, fólk, hending ella annað. Fyri hvørja grein, mynd ella sjónband, tú finnur í grunninum, eru referansur knýttar, so tú altíð hevur møguleika at gera ein góðan keldulista.

Í Student Resources in Context er høvuðsdentur lagdur á amerikonsk og kanadisk viðurskifti, og tilfarið er á enskum. 
Her finnur tú hópin av greinum í tíðarritum og avísum, umframt ymisk skjøl, uppslagsverk, og eisini myndir og ljóð- og sjónbandafílar.

Møguleiki er fyri at fáa greinar lisnar upp við at trýsta á ‘Listen’, samstundis sum tú kanst fylgja við í tekstinum, har tað sum er upplisið, er highlight’að orð fyri orð.

Um tú ert stødd/staddur á Landsbókasavninum slepst inn á Student Resources in Context, antin frá okkara teldum her, ella frá tíni egnu teldu/ telefon, um tú ritar inn á okkara gestanet. Eisini er atgeingi frá summum skúlum og fólkabókasøvnum til hesa tænastu.

Far inn á heimasíðu okkara www.lbs.fo, vel ‘Talgilt tilfar’ uppi í ovasta bjálka, og skrolla niður og trýst á ‘Student Resources in Context’.

So er klárt at kava niður í alfrøðina og skjalasavnið, Student Resources in Context! Gott bæði til uppgávuskriving, research, áhuga og kunning.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Starvsfólk til Universitetsbókasavnstænastu

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum starvsfelaga til universitetsbókasavnstænastur at byrja 1. august.   Hetta… Les meira »


15. apríl 2024
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum… Les meira »


05. mars 2024