Verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar

21. februar 2019

Hósdagin 28. mars frá kl. 9.00 til 14.00 verður verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar. Tiltakið verður í Kongshøll. Tað eru Fróðskaparsetrið, Granskingarráðið og Landsbókasavnið, sum skipa fyri.

Um verkstovuna:

Landsbókasavnið hevur í út við 20 ár veitt atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum til sínar brúkarar og til granskingarstovnar í Føroyum. Henda tænastan, nevnd e-feingi, verður veitt í samstarvi við  samstarvsfelagsskapin FRIS, Faroe Research Information Service. FRIS hevur limir í einum stýrisbólki, ið stendur fyri menningini og kostnaðinum av hesi vísindatænastu, og bólkurin tekur eisini støðu til nýtekning av haldum v.m.

Í løtuni eru stórar rembingar á hesum økinum. Prísirnir á akademiskum talgildum tíðarritum eru støðugt hækkandi, og forløgini blíva færri og sterkari. Eitt mótrák er frá almennum granskingargrunnum, sum krevja fría atgongd til granskingarúrslit, sum eru alment stuðlað. Granskarar og onnur vitanarstarvsfólk ynskja betri og smidligari atgongd til tilfar.

Á verkstovuni er ætlanin at umrøða ymisk evni í hesum sambandi, serliga støðuna í dag í mun til avtalur  við forløg og um Open Access rákið og Plan S.

Tveir serfrøðingar úr ávikavíst Danmark og Noregi koma at greiða frá evninum úr teirra sjónarhorni.

Tey eru Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek, og Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Acess hjá UNIT í Noregi.

Eisini luttaka umboð frá føroysku granskingarstovnunum við stuttum framløgum um royndir og tørv á atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar í Føroyum.

Málbólkur:

Tiltakið er alment, men er serliga hugsað  til politikarar, granskarar, lesandi, stovnsleiðslur, fyrisitingarstarvsfólk, miðnámsskúlalærarar og bókasavnsfólk.

Skrá:
Vælkomin – Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum
Stutt um skránna og um ætlanirnar við verkstovuni.

Atgeingi í Føroyum – Annika Smith, landsbókavørður
Um E-feingi samstarvið, skipan, atkomulig tíðarrit og grunnar

Transforming Norwegian research to open access. Norway's experiences in changing their consortia models from read-only to publish-and-read  – Tore Nilsen, seniorráðgevi á deildini fyri lisensavtalur og Open Acess hjá UNIT í Noregi.
Tore Nilsen fer at greiða frá um avtalurnar og samskiftið, sum tey í Noregi hava við vísindaforløg. Hann fer eisini at tosa um avleiðingarnar av Open Access politikkinum hjá Noregi og um gongdina við Plan S.

Kaffisteðgur - 20 min.

Research registration and Open Access: an overview of the Danish landscape  – Anne Thorst Melbye, leiðari á PURE skrivstovuni á Syddansk Universitetsbibliotek.
Anne Thorst Melbye fer at greiða frá skipanini PURE, sum er til at skráseta allar granskingarútgávur, og um donsku Open Access tilgongdina.

Ábit - 30 min.

Tørvurin á atgeingi og tænastum í Føroyum í dag. Stutt innlegg, sæð úr ymsum sjónarhornum – 
Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. 
Karin Margretha H. Larsen, deildarleiðari á Havstovuni.
Rúni Weihe, deildarleiðari á Havsbrún 

Føroyskur Open Access politikkur – Annika Sølvará


Aftur til tíðindi
Skrivað: Tanya Møller

Seinastu greinar

Bókasavnshjálpari til Landsbókasavnið

Er tað tær vit leita eftir? Vit sóknast eftir einum stravsfelaga at arbeiða í Innkeypsdeildini og í móttøkuni. At byrja 1. mai e… Les meira »


27. mars 2024
Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum.

Bókin Saga JAM hjá Høgna Mohr hevur vunnið lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. lesarar hava kunnað atkvøtt millum… Les meira »


05. mars 2024