CINAHL VIÐ FULLTEKST

26. februar 2019

Ger leitingar og tak pdf’ar niður á Landsbókasavninum. CINAHL-leitigrunnurin fevnir um fakøkini sjúkrarøktar- og heilsufrøði og kann brúkast til lesna, uppgávuskriving, verkætlanir, fakligt input v.m.

CINAHL er ein leitigrunnur, ið bæði inniheldur greinar í fulltekst og tilvísingar/ abstracts til greinar, ið ikki eru beinleiðis atgongdar. Atgongd er frá Landsbókasavninum til greinar, sum eru útgivnar í tíðarritum frá forløgum, sum Landsbókasavnið hevur hald upp á og til greinar, sum liggja sum Open Access - tvs. frítt á netinum.

Atgongd til fulltekst-greinar er tengd at, um tú ert stødd/staddur á einum stovni, ið hevur hald frá teimum forløgum, ið eru veitarar av tíðarriti, har greinin stendur í. Um tú ert stødd/staddur á Landsbókasavninum, slepst inn á CINAHL gjøgnum teldur okkara ella frá tíni egnu teldu/telefon. Rita fyrst inn á okkara gestanet.
Far inn á heimasíðuna WWW.LBS.FO, vel ‘Talgilt tilfar’ uppi í ovasta bjálka, og skrolla niður og trýst á ‘CINAHL við full text’.

Sum í flestu øðrum leitigrunnum, ber til at gera vanliga leiting, framkomna leiting, seta leitingar saman og leita upp á Subject Headings. Dømi: skriva diabetes í leititeigin og trýst á Enter ella Search. Um tú vilt avmarka, sálda ella nágreina leitingina, so tú fært færri, meiri relevant dokumentir fram. Til ber at velja ymsar avmarkingar úti í vinstru síðu: sí mynd niðanfyri.

Greinar, sum ikki eru beinleiðis atgongdar, kann Landsbókasavnið bíleggja. Send okkum tilvísingar til greinina, so sum tittul, høvundar, tíðarrit, ár, vol. og síðutal til utlan@landsbokasavnid.fo

So er klárt at leita í milliónum av greinum innan fakøkini sjúkrarøktar- og heilsufrøði! Góðan arbeiðshug!


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Fólka- og skúlabókasøvn

Freistin at lata inn roknskapin er 31. januar 2020 Les meira »


10. januar 2020
heiðrún Hödd Guðmundsdóttir sett í starv sum bókavørður á Landsbókasavninum

Heiðrún fer í høvuðsheitinum at taka sær av handritunum, sum er tilknýtt føroyadeildini, og av stovnstænastuni. Les meira »


10. januar 2020