Nógv á skránni komandi tíðina

14. March 2019

Nógv á skránni komandi tíðina

Sunnudagin 24. mars kl. 15 verður tiltak á Landsbókasavninum í sambandi við, at tað í ár eru 200 ár síðan Hammershaimb bleiv føddur. Eisini verður ein framsýning í hesum sambandi á ovaru hædd á bókasavninum.

Hósdagin 28. mars verður verkstova um atgeingi til talgild tíðarrit og dátugrunnar.
Tiltakið verður í Kongshøll og eru tað Fróðskaparsetur Føroya, Granskingarráðið og Landsbókasavnið, sum skipa fyri.
Tiltakið er alment, men er serliga ætlað til politikarar, granskarar, lesandi, stovnsleiðslur, fyrisitingarstarvsfólk, miðnámsskúlalærarar og bókasavnsfólk

Hósdagin 11. apríl letur framsýningin ”Nordic Bookbinding – Norðurlendsk Bókabind 2018” upp á niðaru hædd á Landsbókasavninum. Hetta er ein framsýning av 72 handinnbundnum bókum úr norðurlondum: Danmark, Finnlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøriki.
Henda dag er bókbindaraverkstaðurin opin frá kl. 14-18 og høvi verður at hitta Sóleyg og Tórunn, sum til dagliga starvast á verkstaðnum. Sóleyg er bókbindari og Tórunn bókasavnshjálpari.


Back to news
Skrivað: Laura Vinther

Recent articles