Tíðarrit og greinar

04. juni 2019

Landsbókasavnið heldur framvegis tíðarrit og avísir, sum eru prentað á pappír. Fleiri av teimum standa frammi í útláninum á Lesistovuni. Men vit halda eisini nógv fleiri, ja, fleiri túsund tíðarrit, sum verða givin út á netinum og tí skulu heintast fram á teldu

Millum útgevarar av vísindaligum tíðarritum sum Landsbókasavnið heldur, kunnu nevnast:

o   British Medical Journals

o   Canadian Science Publishing

o   EBSCO (Cinahl og MasterFile)

o   Elsevier/ Science Direct

o   MEPS

o   Oxford Journals

o   Wiley

Landsbókasavnið heldur harumframt eisini 60 av teimum bestu norsku faktíðarritunum í savninum Idunn.

Ein hópur av lesitilfari, serliga ætlað næmingum í framhaldsdeildum fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum er eisini at finna í eitt nú Faktalink, Forfatterweb og MasterFile.

Greinasavnið hjá donskum avísunum eru at finna í Infomedia, og norsku avísirnar eru at finna í Atekst.

Alt hetta sleppa okkara lánarar til, um tú ert stødd/ staddur á landsbókasavninum, antin við at brúka okkara teldur her, ella við at logga á okkara gestanet við egnari teldu ella telefon.

Hava tit brúk fyri hjálp til at brúka hesar tænastur, so ber til at venda sær til avgreiðsluna og biðja um kunning.

Sí allar tænastur á heimasíðu okkara www.lbs.fo undir ‘Talgilt tilfar’

 


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp. Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðir… Les meira »


02. apríl 2020
Landsbókasavnið er enn stongt vegna koronakreppuna. Tó ber til at læna tilfar.

Frá mánadegnum 30. mars og fyribils til eftir páskir, avgreiða vit fyrispurningar umvegis telefon og teldupost hvønn dag kl. 10-14… Les meira »


26. mars 2020