Starvslýsing

17. juni 2019

Bókavørður til Landsbókasavnið

Landsbókasavnið søkir eftir bókavørði at leiða tjóðbókadeildina at byrja 15. juli 2019 ella skjótast til ber. Leiðarin hevur sjálvstøðuga fakliga leiðslu av sínum øki og hevur servitan á økinum. Leiðarin ráðgevur leiðsluni og ger menningaruppgávur og frágreiðingar fyri leiðsluna um øll viðurskifti á viðkomandi leiðsluøki. Nakað av starvsfólkaleiðslu kann eisini vera partur av arbeiðinum.

 

Um tjóðbókadeildina

Deildin fevnir um skrásetingina av føroysku tjóðbókaskránni og er eisini føroysk ISBN-skrivstova. Umframt at gera alt vanligt arbeiði á økinum skipar leiðarin fyri arbeiðnum á deildini. Leiðarin skal tryggja at skrásetingin til tjóðbókaskránna verður gjørd sambært reglum og siðvenju, sum hini norðurlondini brúka á hesum øki, og samstarvar eftir tørvi við útlendskar stovnar, sum hava samsvarandi uppgávur. Leiðarin skal eisini kunna lýsa tørvin á skrásetingar- goymslu- og leitiamboðum við atliti til tær kt-skipanir, sum verða brúktar á økinum. Skráseting til tjóðbókaskránna fevnir um allar bókmentir, sum koma út í Føroyum, og umframt bøkur eisini bløð og tíðarrit, ljóðbøkur, filmar, tónleik, talgildar útgávur o.a. Deildin skal á hvørjum ári gera Føroyska Bókalistan og gera upp hagtøl fyri bókaútgávu og útgávu av øðrum tilfari. Leiðarin hevur um hendi umsitingina av føroysku ISBN-skrivstovuni. Umframt at gera alt vanligt arbeiði á økinum skipar leiðarin fyri arbeiðinum á deildini og ger mannagongdir og leiðreglur fyri skráseting. Eisini ráðgevur deildin øðrum føroyskum bókasøvnum um skráseting v.m.

 

Førleikakrøv

Til starvið krevst Bibliotekar DB ella onnur bókasavnsfaklig útbúgving.

Roknað verður við at tann ið settur verður, hevur góðar málførleikar á norðurlendskum, enskum og serliga føroyskum.

 

Starvið

Talan er um fulltíðarstarv. Leiðarin má hava góð samstarvsevni, og má vera før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og tola broytingar. Leiðarin er væl inni í fakligu menningini á økinum og tillagar virksemið á økinum samsvarandi.

Tann ið settur verður, luttekur í útlánsarbeiði og kemur at arbeiða í skiftandi vaktum eftir vaktarskipan, sum 1. bókavørðurin setur upp.

Starvið verður lønt í 8. lønarflokki eftir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina.

 

Umsóknir til starvið skulu saman við avriti av prógvum og yrkisleið (cv) sendast til:

Landsbókasavnið, J.C. Svabosgøta 16, Postsmoga 61, FO-110 Tóshavn ella annikas@landsbokasavnid.fo

Umsóknarfreistin er 1. juli 2019.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Smith, landsbókavørð tlf. 340511

____________

Landsbókasavnið er høvuðs- og tjóðbókasavn og hevur sum høvuðsuppgávu at savna inn, skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um føroyskar bókmentir og av bókmentum um Føroyar. Harumframt veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastu. Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni og er føroysk ISBN-skrivstova.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Annika Smith

Seinastu greinar

Elinborg og Edward – so ymisk og tó

Í summar hava vit tvær framsýningar við myndprýðing sum evni. Tað eru framsýningar hjá teimum báðum Elinborg Lützen og Edwardi Fug… Les meira »


16. juli 2019
Útbúgving

Jóel Eivinnson Bringsberg, sum er samskipari í innkeypsdeildini, hevur fingið prógv í ÚSSM. Hetta er ein eftirútbúgving fyri skriv… Les meira »


17. juni 2019