Elinborg og Edward – so ymisk og tó

16. juli 2019

Í summar hava vit tvær framsýningar við myndprýðing sum evni. Tað eru framsýningar hjá teimum báðum Elinborg Lützen og Edwardi Fuglø.

Hennara svørt/hvítu myndir, summar tó í litum og hansara litríku myndir, tó onkur svørt/hvít, prýða bøkur sum fleiri okkara elska og hava lisið.

Framsýningin hjá Edwardi er á niðaru hædd og framsýningin við einum úvali av bókum sum Elinborg hevur myndprýtt, er á ovaru hædd á Landsbókasavninum.

Í summar hava vit opið frá kl. 13-16


Aftur til tíðindi
Skrivað: Laura Vinther

Seinastu greinar

Føroyakort

Sí talgild eldri Føroyakort á heimasíðuni hjá tí danska Kgl. Bibliotek: http://www5.kb.dk/maps/kortsa/2012/jul/kortatlas/subject3… Les meira »


02. desember 2019
Bókasavnsgjaldið 2019

Bókasavnsgjaldið 2019 verður útgoldið komandi dagarnar. Í ár verður útgjaldið goldið sum B-inntøka. Hettar merkir at man sjálv/ur… Les meira »


29. november 2019