38 nýggjar ljóðbøkur givnar út

19. July 2019

Í 2018 og fram til juli 2019 hevur Ljóðbókatænastan givið út 38 nýggjar ljóðbøkur.

Ljóðbókatænastan hevur givið 38 ljóðbøkur út seinasta hálvaannað árið - harav 21 spildurnýggjar ljóðbøkur og 15 ljóðbøkur, ið eru komnar út fyrr sum kassettubond, men sum nú eru komnar út í nýggjum, dagførdum MP3-formati. Haraftrat eru tvær ljóðbøkur gjørdar fyri NÁM, sum einans eru atkomiligar á snar.fo. Tvs. tær eru ikki komnar út á fløgu.

Aftrat hesum 38 nýggju ljóðbókunum eru 12 aðrar ljóðbøkur endurprentaðar, tí tær vóru útseldar á Bókamiðsøluni.

Á myndini síggjast tær 36 nýggju ljóðbøkurnar, sum eru komnar út á MP3-fløgu í 2018-19:

- "5 lyklar" - sjálvhjálpsbók eftir Kitty May Ellefsen (Nýggj)
- "Albert" - stuttsøgusavn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (Nýggj)
- "Annika í Dímun" - søga fyri børn eftir Ingum Christensen (Nýggj)
- "Bør Børson" - skemtiskaldsøga eftir Johan Falkberget (Nýtt format)
- "Brøðurnir Leyvuhjarta" - søga fyri størri børn eftir Astrid Lindgren (Nýtt format)
- "Dansa við deyðans grindir" - yrkingasavn eftir Regin Dahl (Nýggj)
- "Drottningarringurin" - krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- "Fastatøkur" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Feðgar á ferð" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Fiskimenn" - skaldsøga eftir Martin Joensen (Nýtt format)
- "Fuglarnir" - skaldsøga eftir Tarjei Vesaas (Nýtt format)
- "Gamansleikur" bind 1 og 2 - søgur úr Krabburð eftir Jens Paula Heinesen (Nýtt format)
- "Góðanáttsøgur til rebelskar gentur" søgur fyri størri børn og ung eftir Elenu Favilli og Francescu Cavallo (Nýggj)
- "Gudahøvd" - yrkingasavn eftir Jóanes S. Nielsen (Nýggj)
- "Hall" - skaldsøga eftir Steinbjørn B. Jacobsen (Nýtt format)
- "Himinin brosar" - stuttsøgur eftir William Heinesen (Nýggj)
- "Hitt blinda liðið" - krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- "Horvna rósan" - krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen (Nýggj)
- "Humluhunang" - skaldsøga eftir Torgny Lindgren (Nýtt format)
- "Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo" - søga fyri størri børn eftir Rakel Helmsdal (Nýggj)
- "Kristni 5" - skúlabók í Kristni eftir Jón Magnus Joensen (Nýggj)
- "Lognbrá" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Mennandi sálarfrøði - yrkisbók um sálarfrøð eftir Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen (Nýggj)
- "Merkið - Flaggsøgan" eftir Niels Juel Arge (Nýtt format)
- "Rannvá" - skaldsøga eftir Dagmar Joensen-Næss (Nýtt format)
- "Sadako vil liva" - søga fyri størri børn eftir Karl Bruckner (Nýtt format)
- "Seytjandi maðurin" - krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen (Nýggj)
- "Stjørnan" - søga fyri børn eftir Heina Hestoy (Nýggj)
- "Søgan um hini" - yrkisbók um søguna hjá føroyingum við tarni av ymsum slag eftir Doris Hansen (Nýtt format)
- "Tað lýsir á landi" - skaldsøga eftir Martin Joensen (Nýtt format)
- "Teir bygdu land I - Søgan um Kap Farvel" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Teir bygdu land II - Tá Sundaberg sakk" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Teir bygdu land III - Stellurnar" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Tsatsiki og olivinkríggið" - søga fyri børn eftir Moni Nilsson (Nýggj)
- "Tær bygdu land" - søgur um føroyskar megnarkvinnur eftir Óla Jacobsen (Nýggj)

Allar omanfyrinevndu bøkurnar fáast til láns á Landsbókasavninum.

Haraftrat eru hesar báðar bøkurnar gjørdar fyri NÁM, sum einans eru atkomiligar á Snar.fo:
- "Nem í fimta" - lesibók fyri fimta flokk
- "Samfelagið og vit" - til undirvísing í samfelagsfrøði


Back to news
Skrivað: Elin Brimheim Heinesen

Recent articles