53 nýggjar ljóðbøkur givnar út

27. november 2019

Í 2018 - 2019 hevur Ljóðbókatænastan givið út 53 nýggjar ljóðbøkur.

Ljóðbókatænastan hevur givið 53 ljóðbøkur út í 2018 og 2019 - harav 30 nýframleiddar ljóðbøkur og 23 ljóðbøkur, ið eru komnar út á kassettubondum áður, men sum nú eru komnar út í nýggjum, dagførdum MP3-formati á fløgum og við nýsniðgivnum húsum. Tríggjar av teimum 53 ljóðbókunum eru skúlabøkur, sum einans eru atkomiligar á snar.fo. Tvs. tær eru ikki komnar út á fløgu.

11 ljóðbøkur eru til børn og ung
24 ljóðbøkur eru innan fagrar bókmentir - har av 2 yrkingarsøvn, sum ikki er roynt áður
5 ljóðbøkur eru skúlabøkur
13 ljóðbøkur eru innan yrkisbókmentir

Aftrat teimum 53 nýggju ljóðbókunum eru 26 ljóðbøkur endurprentaðar, tí tær vóru útseldar á Bókamiðsøluni.

Til ber at fara inn á Ljodbokur.fo at síggja kunning um allar ljóðbøkurnar, sum til ber at læna á fløgum á Landsbókasavninum og á øðrum bókasøvnum eisini.

Tíverri ber ikki til enn at læna føroyskar ljóðbøkur á netinum, sjálvt um eftirspurningurin eftir hesum er stórur. Men arbeitt verður við einum føroyskum ljóðbókaportali. Fæst hóskandi játtan komandi fíggjarár, eru góð líkindi fyri, at tað endiliga fer at eydnast at stovna ein føroyskan ljóðbókaportal til gleði og gagn fyri øll, sum fegin vilja lurta eftir føroyskum ljóðbókum, men fyrst og fremst fyri tey, sum eru lesitarnað ella ikki fáa lisið teksttilfar orsaka av breki.

Á myndini síggjast nakrar av ljóðbókunum, sum eru komnar út á MP3-fløgum í 2018-2019.

Niðanfyri er ein listi við øllum 53 nýggju ljóðbókunum:

Ljóðbøkur til børn og ung:

- "Annika í Dímun" - søga fyri børn eftir Ingun Christensen (Nýggj)
- "Brennivargurin" - krimisøga fyri børn og ung eftir Jógvan Isaksen (Nýtt format)
- "Brøðurnir Leyvuhjarta" - søga fyri størri børn eftir Astrid Lindgren (Nýtt format)
- "Einaferð var tað – 15 føroysk ævintýr" sum Dr. Jakob Jakobsen savnaði í Føroyum um aldarskiftið millum 19. og 20. øld, endursøgd av ymiskum føroyskum rithøvundunum (Nýggj)
- "Eldsins loyndarmál" - søga fyri ung eftir Henning Mankell (Nýggj)
- "Góðanáttsøgur til rebelskar gentur" søgur fyri størri børn og ung eftir Elenu Favilli og Francescu Cavallo (Nýggj)
- "Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo" - søga fyri størri børn eftir Rakel Helmsdal (Nýggj)
- "Sadako vil liva" - søga fyri størri børn eftir Karl Bruckner (Nýtt format)
- "Stjørnan" - søga fyri børn eftir Heina Hestoy (Nýggj)
- "Tsatsiki og olivinkríggið" - søga fyri børn eftir Moni Nilsson (Nýggj)
- "Víkingar rændu tey" - søga fyri børn og ung eftir Torill Thorstad Hauger (Nýtt format)  

Ljóðbøkur innan fagrar bókmentir:

- "Albert" - stuttsøgusavn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð (Nýggj)
- "Bør Børson" - skemtiskaldsøga eftir Johan Falkberget (Nýtt format)
- "Dansa við deyðans grindir" - yrkingasavn eftir Regin Dahl (Nýggj)
- "Drottningarringurin" - krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- "Fastatøkur" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Feðgar á ferð" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Fiskimenn" - skaldsøga eftir Martin Joensen (Nýtt format)
- "Fuglarnir" - skaldsøga eftir Tarjei Vesaas (Nýtt format)
- "Gamansleikur" bind 1 og 2 - søgur úr Krabburð eftir Jens Paula Heinesen (Nýtt format)
- "Gudahøvd" - yrkingasavn eftir Jóanes S. Nielsen (Nýggj)
- "Hall" - skaldsøga eftir Steinbjørn B. Jacobsen (Nýtt format)
- "Himinin brosar" - stuttsøgur eftir William Heinesen (Nýggj)
- "Hitt blinda liðið" - krimiskaldsøga eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- "Horvna rósan" - krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen (Nýggj)
- "Humluhunang" - skaldsøga eftir Torgny Lindgren (Nýtt format)
- "Lognbrá" - skaldsøga eftir Heðin Brú (Nýtt format)
- "Prædikarin" - krimisøga eftir Jógvan Isaksen (Nýggj)
- "Rannvá" - skaldsøga eftir Dagmar Joensen-Næss (Nýtt format)
- "Rósa Maria" - stuttsøgusavn eftir Jens Paula Heinesen (Nýggj)
- "Seytjandi maðurin" - krimiskaldsøga eftir Steintór Rasmussen (Nýggj)
- "So hon starir inn í veggin"- stuttsøgusavn eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð (Nýtt)
- "Tað lýsir á landi" - skaldsøga eftir Martin Joensen (Nýtt format)
- "Tey telgja sær gudar" - skaldsøga eftir Jens Paula Heinesen (Nýtt format)
- "Úti á leysum oyggjum" - endurminningar eftir Marionnu Debes-Dahl (Nýtt format)

Skúlabøkur:

- "Kristni 5" - skúlabók til undirvísing í Kristni (Nýggj)
- "Nem í fimta" - lesibók til undirvísing í føroyskum (Nýggj)
- "Samfelagið og eg" - skúlabók til undirvísing í samfelagsfrøði (Nýggj)
- "Samfelagið og vit" - skúlabók til undirvísing í samfelagsfrøði (Nýggj)
- "Søga 5" - skúlabók til undirvísing í søgu (Nýggj)

Ljóðbøkur innan yrkisbókmentir:

- "5 lyklar" - sjálvhjálpsbók eftir Kitty May Ellefsen (Nýggj)
- "Á ferð um víddir" - ferðafrásagnir eftir Niels Juel Nolsøe (Nýggj)
- "Mangt er millum himmal og jørð" - paranormalar søgur savnaðar inn av Erlingi Poulsen og Torkil Beder (Nýtt format)
- "Meiri er millum himmal og jørð" - paranormalar søgur savnaðar inn av Erling Poulsen (Nýtt format)
- "Mennandi sálarfrøði - yrkisbók um sálarfrøði eftir Gitte Klein og Ann-Britt Fríðheim Mortensen (Nýggj)
- "Merkið - Flaggsøgan" eftir Niels Juel Arge (Nýtt format)
- "Rockall - søgan um Rokkin" eftir Niels Juel Arge (Nýtt format)
- "Søgan um hini" - yrkisbók um søguna hjá føroyingum við tarni av ymsum slag eftir Doris Hansen (Nýtt format)
- "Teir tóku kjansin I - Søgan um Kap Farvel" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Teir tóku kjansin II - Tá Sundaberg sakk" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Teir tóku kjansin III - Stellurnar" - skipasøga eftir Birgir Waag Høgnesen (Nýggj)
- "Tær bygdu land" - søgur um føroyskar megnarkvinnur eftir Óla Jacobsen (Nýggj)
- "Vit skulu sjálvir" - greinasavn eftir Jørgen Frantz Jacobsen (Nýtt format)


Aftur til tíðindi
Skrivað: Elin Brimheim Heinesen

Seinastu greinar

Føroyakort

Sí talgild eldri Føroyakort á heimasíðuni hjá tí danska Kgl. Bibliotek: http://www5.kb.dk/maps/kortsa/2012/jul/kortatlas/subject3… Les meira »


02. desember 2019
Bókasavnsgjaldið 2019

Bókasavnsgjaldið 2019 verður útgoldið komandi dagarnar. Í ár verður útgjaldið goldið sum B-inntøka. Hettar merkir at man sjálv/ur… Les meira »


29. november 2019