Ebba og bókaheimurin

17. september 2019

Ebba Hentze var virkin innan bókmentir og viðurkend sum høvundur og týðari. Hon skrivaði bæði barnabøkur, stuttsøgur og yrkingar. Mest kend var hon tó fyri sítt virki sum týðari. Hon týddi fleiri bøkur til danskt úr enskum, týskum og svenskum, og eisini úr føroyskum máli. Hennara ídna virki við at týða føroyskar bókmentir hevur havt ómetaligan týdning fyri kunnleika til og útbreiðslu av føroyskum bókmentum í Norðurlondum.

Umframt sítt víðfevnda virksemi sum rithøvundur og týðari, legði Ebba stóran dent á at veita høvundum ráð og vegleiðing. Í sínum testamenti hevði hon teir yngru høvundarnar í huga, og ynskti at Rithøvundafelagið arvaði part av síni ogn, ið skuldi nýtast til yngri rithøvundar. Tí verður Ebba Hentze virðislønin latin hvørt ár av Rithøvundafelagnum til yngri høvundar. 

Rithøvundafelagið valdi í 2016 at lata Landsbókasavninum nakrar av hennara bókum. Vit hava síðani valt út tær bøkur, vit meta eru við til at lýsa leiklutin, Ebba hevði innan føroyska bókmentaheimin. M.a. við heilsanum og takkarkvøðum, ið standa fremst í fleiri av bókunum.

Umleið 270 av hennara bókum eru varðveittar á Landsbókasavninum, umframt hópin av handritum og smáprentum.

Tann 25. september hevði Ebba Hentze havt føðingardag. Landsbókasavnið ynskir hervið at heiðra minnið um Ebbu og eru vit takksom fyri at varðveita part av hennara privata bókasavni. Bøkurnar standa frammi til endan av oktober og til ber at lesa bøkurnar á staðnum.


Aftur til tíðindi
Skrivað: Sólvør Henriksen

Seinastu greinar

Faktalink og Forfatterweb lata upp í tríggjar mánaðir

Meðan fleiri mørk eru stongd, lata onnur upp. Faktalink og Forfatterweb fara at liggja frítt á netinum komandi tríggjar mánaðir… Les meira »


02. apríl 2020
Landsbókasavnið er enn stongt vegna koronakreppuna. Tó ber til at læna tilfar.

Frá mánadegnum 30. mars og fyribils til eftir páskir, avgreiða vit fyrispurningar umvegis telefon og teldupost hvønn dag kl. 10-14… Les meira »


26. mars 2020