Týddar føroyskar bókmentir

08. November 2019

Í løtuni vísa vit fram nakrar føroyskar bókmentir, ið eru týddar til onnur mál. Dømi um mál, ið týtt er til, eru: norskt, svenskt, danskt, íslendskt, enskt, franskt, spanskt, týskt, hollendskt, italskt, slovenskt, kinesiskt, grønlendskt, sámiskt, finskt, esperanto, hebraiskt, koreanskt og russiskt. Talan er bæði um skaldsøgur, barnabøkur, yrkingasøvn, stuttsøgusøvn og netútgávur. Bøkurnar eru til láns.  

Framsýningin er gjørd í samband við, at Farlit skipar fyri einum altjóða týðaraseminari í døgunum 20.-24. november, og eru við á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum. Ellivu týðarar úr ymsum londum luttaka. Felags fyri hesar týðarar er, at tey týða uppruna føroyskar bøkur til annað mál.

Føroyadeildin á Landsbókasavninum savnar inn alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum, eisini útlendskt tilfar.


Back to news
Skrivað: Sólvør Henriksen

Recent articles