Fjaratgongd

Rita inn: www.openathens.net

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens fjarbrúkara, ber til at fáa atgongd e-tíðarritini heimanífrá.

Send Landsbókasavninum fyrispurning um fjaratgongd, bílegging av greinum og aðrar fyrispurningar á utlan@lbs.fo  ella ring á tlf. 340 525.

IP Atgongd

IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.

Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.

Um E-feingi

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS  - Faroe Research Information Service.

Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag. 

Í FRIS-samstarvinum 2024, eru tíggju søvn og stovnar:

Fólkaheilsustýrið 

Fróðskaparsetur Føroya

Granskingarráð Føroya 

Havstovan

Heilsufrøðiliga starvsstovan 

Landsbókasavnið 

Landssjúkrahúsið

Tjóðsavnið 

Umhvørvisstovan

Møguleiki er hjá almennum søvnum og stovnum at koma við í samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá forhandlingar við forløgini fara í gongd. Send fyrispurning til lbs@lbs.fo    

Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú fulltekstatgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-haldnium. Logga á okkara gestanet, og tak greinar niður í PDF, ella printa út á pappír.