Efeingi
Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS - Faroe Research Information Service.
Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag.
Í FRIS-samstarvinum 2025, eru ellivu søvn og stovnar:
- Firum
- Fróðskaparsetur Føroya
- Granskingarráðið
- Heilsustýrið
- Havstovan
- Heilsufrøðiliga starvsstovan
- Landsbókasavnið (samskipari)
- Landssjúkrahúsið
- Sernám (við frá 1.1.2025)
- Tjóðsavnið
- Umhvørvisstovan
Møguleiki er hjá almennum søvnum og stovnum at koma við í samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá forhandlingar við forløgini fara í gongd. Send fyrispurning til lbs@lbs.fo
Til almenningin
Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú fulltekstatgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-haldnium. Logga á okkara gestanet, og tak greinar niður í PDF, ella printa út á pappír.
Rita inn: www.openathens.net
Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens fjarbrúkara, ber til at fáa atgongd e-tíðarritini heimanífrá.
Send Landsbókasavninum fyrispurning um fjaratgongd, bílegging av greinum og aðrar fyrispurningar á utlan@lbs.fo ella ring á tlf. 340 525.
IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.
Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.