Um E-feingi

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum, um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS  - Faroese Research Information Service.

Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag. 

Í FRIS-samstarvinum 2025, eru ellivu søvn og stovnar:

  • Firum 
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Granskingarráðið
  • Heilsustýrið 
  • Havstovan
  • Heilsufrøðiliga starvsstovan 
  • Landsbókasavnið (samskipari)
  • Landssjúkrahúsið
  • Sernám 
  • Tjóðsavnið 
  • Umhvørvisstovan

Møguleiki er hjá almennum søvnum og stovnum at koma við í samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá avtalur við útlendsku forløgini verða endurskoðaðar. Send fyrispurning til lbs@lbs.fo    

Til almenningin

Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú atgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-haldnium. Rita inn á okkara gestanet, og tak greinar niður í PDF, ella printa út á pappír.

Fjaratgongd

Hevur tú longu brúkara - rita inn er: www.openathens.net

Hevur tú ikki brúkara?

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens fjarbrúkara, ber til at fáa atgongd e-tíðarritini heimanífrá.

Søk um fjarbrúkara umvegis formularin her.

IP Atgongd

IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.

Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.

Aðrar keldur

Umframt vísindaligu tíðarritini í efeingi hava vit eisini eitt savn av øðrum keldum. Hetta savnið kalla vit e-bókasavnið. Finn tað HER

Tíðarritafinnari - til vísindafólk

Hava vit avtalu við tíðarritið?
Finn svarið her!

Flestu av okkara avtalum um atgongd til vísindalig tíðarrit eru gjørdar í samstarvi við Consortie hjá Kongaliga bókasavninum í Danmark. Á teirra heimasíðu er ein funka, har tú kanst skriva navnið á tíðarritinum, sum tú hevur áhuga í, og fáa svar uppá, um tú hevur atgongd til tíðarritið - bæði at lesa í og geva út í. 

Hetta er leinkið: Journal Finder | For professionals

Rulla til niðast á síðuni og vel:  Search Journal Finder

Vel síðani ´instititution´: Landsbókasavnið.

Leititeigin sært tú mitt á breddanum ovast.

Legg merki til:

1: Í yvirlitinum á Journal Finder eru bæði tíðarrit, sum vit hava avtalur við og eisini onnur tíðarrit sum eru open access - tvs. at hald ella avtala ikki krevst fyri at sleppa at lesa ella geva út í tíðarritinum. 

2: FRIS - føroyska samstarvið um hald av vísindaligum tíðarritum - hevur eisini aðrar sjálvstøðugar avtalur uttan um Kongaliga bókasavnið við forløg og tíðarrit, har vit kunnu lesa og geva út. Tær avtalurnar sært tú ikki í Journal Finder.

Talan er um avtalur við hesi forløg:

  • Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Science
  • JSTOR
  • MEPS (Marine Ecology Progress Series)