Skulu tit finna ella læna bøkur og greinir, sum kunnu brúkast, tá ið tit skriva uppgávu, farið so á bókasøvnini. Bókasøvn eru á flestu stórplássum og skúlum, men annars ber til at fara á ella venda sær til eitt og hvørt bókasavn í landinum. Bókavørðurin hjálpir fegin, tá ið tit skulu finna tilfar til eina uppgávu.

Nøkur bókasøvn eru í Føroyum, sum hava egnar leitiskráir, har til ber at leita eftir bókum, sum søvnini eiga:
- Landsbókasavnið
- Býarbókasavnið

Ella hví ikki senda ein fyrispurning til bókavørðin á:
- Spyr bókavørðin

Góð hugskot - alt tað, sum er uppi í­ tíðini:
- Faktalink
- Student Resource Center

Leita tit eftir hagtølum, so ber til at royna á:
- Hagstovu Føroya

Leita tit eftir føroyskum lógum, so ber til at fara á:
- Lógasavn

Fakportalar
Her eru nakrir sonevndir fakportalar (allir danskir), ið eru savn av leinkjum um ein hóp av evnum, sum skúlanæmingar takast við. Talan er um tilfar, sum er á Internetinum.
- Fagsiderne på EMU

Handbøkur, orðabøkur og greinir
Nøkur bókasøvn og skúlar samstarva um online-hald av ymiskum handbókum, leksika og greinasøvnum á Internetinum. Nøkur av haldunum, sum øll eru savnað á niðanfyri standandi heimasíðu, kunnu einans brúkast ókeypis á hesum bókasøvnum og skúlum. Onnur hald eru opin fyri almenninginum. Kannið eftir her, um tykkara skúli er við í samstarvinum.

- EBI - Elektroniskar Bókasavnstænastur á Internetinum

Greinar
Leitið eftir greinum í bløðum. Artikelbasen er ein danskur leitigrunnur. Ingenta og Findarticles eru útlendskir leitigrunnar, og tilfarið í hesum grunnum er tað mesta á enskum. Bókasøvnini kunnu sum oftast útvega greinirnar, sum tit hava funnið í hesum leitigrunnum.

- Tíðarrit.fo. Leita eftir greinum í gomlum føroyskum tíðarritum og bløðum
- EBSCO.Greinir á enskum máli í­ einum 2.000 ymiskum tíðarritum (í­ fullum teksti)

Norðurlendsk bókasøvn - leitiskráir:
- Bibliotek.dk - Danskur leitigrunnur
- Bokbasen - Norskt bókasavn