Føroya søga talgild

23. February 2018

Í nærmastu framtíð fara vit øll at fáa møguleika at leita í nærum øllum søguligum tilfari.

Ein stór broyting er um at fara fram innan okkara søvn. Í nærmastu framtíð fara vit øll at fáa møguleika at leita í nærum øllum søguligum tilfari. Tann stóra broytingin er, at tilfarið fer at vera atkomiligt hjá okkum øllum á netinum. Føroya søga verður talgild! Men... hvar kunna tit finna hetta fram? Hvat er hetta fyri tilfar? Hví er hetta áhugavert fyri tykkum?

Føroyamálsdeildin, Landsbókasavnið, Tjóðsavnið, Landsskjalasavnið og SavnsGull eru farin saman um at kunna um hetta, har leiðin gongur runt Føroya land at vitja miðnámsskúlar.

Myndirnar eru frá vitjanini á miðnám á Kambsdali. Í næstu viku gongur leiðin til Vestmannar


Back to news
Skrivað: Jógvan Andersen

Recent articles