Lý, Høgni og súkklan

22. January 2018

Í 2016 var Høgni Mohr í øllum átjan oyggjunum og øllum bygdunum í Føroyum á súkklu. Súkklan gjørdist grundarlag undir skaldsligu ferðafrásøgnini Fractura nasi, sum kom út árið eftir.

Lítil ivi er um, at hetta er fyrsta súkkla, sum hevur verið í øllum oyggjum og bygdum í Føroyum. Tað er dóttirin, Lý Høgnadóttir Mohr, sum eigur súkkluna. Ferðin hjá súkkluni og Høgna byrjaði leygarmorgunin 9. juli og endaði mikukvøldið 12. oktober 2016. Teinurin var tilsamans 1.300 kilometrar.

Á myndin síggja vit Lý og Høgna, saman við súkkluni, sum stendur á bókasavnunum í eina tíð.


Back to news
Skrivað: Jógvan Andersen

Recent articles