Sólrún Michelsen 70 ár

22. March 2018

11. mars bleiv ein av okkara mest fjøltáttaðu rithøvundum sjeyti.

SÓLRÚN MICHELSEN 70 ÁR

“At skriva var ikki akkurát tað fyrsta eg hugsaði um.....”*

11. mars bleiv ein av okkara mest fjøltáttaðu rithøvundum sjeyti. Sólrún hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur, hugleiðingar, yrkingar, sálmar, barnabøkur og undirvísingartilfar.

Nakrar av hesum útgávum er týddar til onnur mál, sum t.d. norskt, enskt og týskt. Eisini hevur hon vunnið fleiri virðislønir, m.a. barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs í 2002, og í 2008 vann hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri bókina Hinumegin er mars. Í 2015 varð hon tilnevnd norðurlendsku bókmentavirðislønina í føgrum bókmentum fyri somu bók.

Landsbókasavnið ynskir Sólrún Michelsen hjartaliga til lukku við runda degnum og til lukku við nýggju bókini "Morgunfrúa"

*=av heimasíðu Sprotans
 


Back to news
Skrivað: Laura Vinther

Recent articles