Kríggj, rit og ruðuleiki - framsýning á Landsbókasavninum

17. July 2020

Vit hava kagað í okkara goymslur og funnið fram eitt úrval av teimum útgávum, sum komu út undir seinna heimsbardaga. Framsýningin gevur innlit í hvussu tað føroyska samfelagið var tá, umframt hvussu útlendingar sóu Føroyar og føroyingar. Samstundis varpar framsýningin ljós á uppgávuna, Landsbókasavnið hevur sum tjóðbókasavn. Til ber at síggja framsýningina í okkara vanligu upplatingartíð: mán-hós: 9.30-18.00 frí: 9.30-17.00 GG: fram til 14. august er opið 10.00-14.00. Framsýningin endar 21. apríl 2021. Verið vælkomin !


Back to news
Skrivað: Annika Smith

Recent articles