Skráseting av føroysku tjóðbókaskránni

Landsbókasavnið skipar fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni, sum umfatar øll verk á føroyskum ella um føroysk viðurskifti.

Fyri at tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, áliggur tað útgevarum at lata landsbókasavninum 4 eintøk av øllum útgivnum tilfari.

Skylduavhendingin skal tryggja støðið undir tjóðbókaskránni, so at henda verður so fullfiggjað sum gjørligt.

Landsbókasavnið miðar eftir at fullfíggja allar lutskráir í tjóðbókaskránni, soleiðis at hon verður eitt hent amboð hjá bæði útgevarum, bókasøvnum og øðrum, ið varða av útgávuvirksemi í Føroyum.

Skráseting til tjóðbókaskránna

Sambært løgtingslógini um bókasøvn frá 2023 er eitt av endamálunum hjá Landsbókasavninum at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni.

Í tjóðbókaskránni verður eftir nærri ásetingum skrásett tað, sum kemur út í Føroyum, t.d. bøkur, tíðarrit, bløð, ljóðbøkur, e-bøkur, tónleikaútgávur, filmar og talgildar útgávur.

Frá 2013 varð byrjað við skráseting av talgildum útgávum, eitt nú e-bókum og øðrum talgildum teldutøkum útgávum á netinum.

Ásetingar og úrvalið til skrásetingar í tjóðbókaskránni eru grundaðar á fastlagdar fyritreytir hjá Bibliokrafisk Råd undir danska Kulturstyrelsen, sí síður um "upptøkutreytir fyri bøkur og tíðarrit" og "tjóðbókaskrá, endamál og funktión".
 
Ásetingarnar um avhending av skyldueintøkum skulu tryggja støðið undir tjóðbókaskránni.

Eyðkennið fyri tjóðbókaskránna er, at hon er objektiv og fullkomin í skrásetingini, uttan at atlit verður tikið til innihaldsliga dygd, evni ella snið á tí, sum verður skrásett. 

Tað er ókeypis at fáa eina útgávu skrásetta í tjóðbókaskránna.

Øll skráseting verður gjørd í danMARC2 sniði.

Í tjóðbókaskránni eru ymsar skráir við tilfari, útkomið í Føroyum. Hesar skráir eru eitt nú bókalistin, tíðarritaskráin, tónleikaskráin o.s.v. 

Hesar skráir hava til endamáls at tryggja bibliografiskt eftirlit við tilfarinum, sum kemur út í Føroyum ella sum hevur samband ella tilknýti til Føroyar. 

Skráirnar verða skrásettar í grunninum hjá Landsbókasavninum, við hvør sínum frámerki:

  • FBL Føroyskur bókalisti (bøkur, e-bøkur, talgildar útgávur)
  • FTS Føroysk tíðarritaskrá (tíðarrit)
  • FGS Føroysk greinaskrá (greinir)
  • FSS Føroysk sjónmiðlaskrá (filmar)
  • FTL Føroysk tónleikaskrá (tónleikur)
  • FKS Føroysk kortskrá (kort)
  • FNS Føroyskir nótar (nótar)
  • FLS Føroysk ljóðskrá (ljóðbøkur)

Í bókalistanum verður tilfar skrásett, sum komið út í Føroyum, prentað og/ella talgilt. Eisini tilfar, sum ikki er til taks hjá bókahandlum, verður skrásett. Tó eru undantøk, eitt nú verða lýsingar og faldarar undir 17 síður ikki skrásett í bókalistanum.

Føroyski bókalistin, eins og grønlendski bókalistin, var partur av donsku tjóðbókaskránni. 

Fyrstu sjálvstøðugu skrásetingarnar eru frá 1940 og halda fram sum ein sjálvstøðugur partur fram til 1998. Síðan 1999 er einans atgongd til tjóðbókaskránna gjøgnum bókasavnsgrunnin.