Ein av høvuðsuppávunum hjá Landsbókasavninum er at savna inn, skráseta og varðveita allar føroyskar útgávur av bókmentatilfari, tvs. allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. 

Til tess at tryggja innsavningararbeiðið, eru ásetingar í bókasavnslógini um avhending av skyldueintøkum.

Sambært ásetingum, Kap. 9 §25 - §39 í bókasavnslógini, skulu avhendast 4 ókeypis eintøk til Landsbókasavnið av øllum verkum, útgivnum í Føroyum. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.

Tað vil siga, at tónleikaútgávur á ymsu miðlunum, eisini talgilt tilfar og alt tað, sum kemur út á internetinum er fevnt av skylduni.

Alt meiri tónleikur verður útgivin í talgildum formi. Og nógvur tónleikur í dag, verður einans útgivin talgildur, tøkur á internetinum. Ofta sum staklag, tvs. ikki heildarútgávur, sum vit kenna tónleikaútgávurnar frá fyrr. Higartil hevur Landsbókasavnið keypt ella innheintað fysisku tónleikaútgávurnar. At skipa innheintingina av talgildum tónleikatilfari og at skipa varðveitsluna av tí, hevur leingi verið á veg.

Í 2021 varð farið undir samstarv við Tutl um innsavnan av talgildum tónleiki, sum Tutl er útgevari av. Mannagongdin er tann, at eitt starvsfólk í Tutl sendir tónleikafílurnar til Landsbókasavnið í wav-formati, við tilhoyrandi myndum og upplýsingar um løgini. Hesar fílur verða savnaðar saman so hvørt sum tær koma út, og sendar mánaðarliga. Fílurnar verða heintaðar niður og goymdar á einum eksternum harddiski.

Talgildi tónleikurin verður goymdur á einum eyka eksternum harddiski, hesin virkar sum eitt trygdaravrit fyri talgildu tónleikafílurnar.

Tað stendur øllum brúkarum hjá Landsbókasavninum í boði at brúka føroysku tónleikaútgávurnar á staðnum, tvs. á Landsbókasavninum. Tilfarið er ikki til útláns, men kann brúkast og er atgeingiligt.

 

Skrásetingarnar av tónleikinum eru at finna í bókasavnsskipan okkara, ið er alment atgeingilig á www.bokasavn.fo.

 

 

Miðlasløg í føroyskum tónleikaútgávum 1928-2020 / Unn Paturson. Framløga á Vísindavøku 2022 her.