Føroyadeild / Feroica
Uppgávur & endamál
Deildin hevur sum uppgávu at savna, skráseta og goyma allar føroyskar bókmentir og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Talan er bæði um upprunaføroyskt og útlandskt tilfar. Endamálið við hesi uppgávu er at varðveita ein týðandi part av føroyska mentanararvinum til komandi tíðir.
Uppgávan fevnir ikki bara um bøkur, bløð og tíðarrit, men eisini um ljóðbøkur, filmar, tónleikaútgávur, handrit, plakatir, sjónleikir, álit, serritgerðir, smáprent (t.d. valskráir, lýsingabløð og faldarar), spøl og talgildar teldutøkar útgávur so sum e-bøkur og føroyskar heimasiður.
Tilfar, ið ikki kemur undir reglurnar um skylduavhending t.d.ikki útgivið tilfar, handrit og útlandskt tilfar, verður antin keypt ella umbiðið av Landsbókasavninum. Eisini taka vit fegin ímóti ritgerðum, ið eru yvir bachelorstøði, tað kann gerast við at senda okkum ritgerðina sum PDF, saman við hesum skjali
Av tilfari ið kemur inn gjøgnum skylduavhending, blíva tvey eintøk av prentaða tilfarinum varðveitt. Eitt eintak verður varðveitt í goymsluni á Landsbókasavninum. Hitt eintakið verður goymt í 2. skyldubókasavni, ið er ein goymsla uttan fyri stovnin.
Tænastur
Øll hava atgongd at síggja tilfar, sum er í varðveitslu í Føroyadeild, um ikki annað er tilskilað. Tó ber ikki til at læna tilfarið heim við. Bílegg tið at síggja handrit og annað tilfar við at fylla út skjalið Bílegg tíð at síggja tilfar úr føroyadeild og lat okkum tað. Sí annars reglur viðvíkjandi nýtslu av føroyadeild/handrit her: Reglur fyri lán úr føroyadeild og handrit
Í leitiskipanini bokasavn.fo er atgongd til tað mesta av talgilda tilfarinum, sum er skrásett og goymt í Føroyadeild.
Í einstøkum førum kann atgeingi til tilfar í føroyadeild/handrit vera avmarkað, og tá krevst serstakt loyvi til at síggja tilfarið, - tað verið seg bæði prentað ella talgildað tilfar.
Fyri kunning um avhending av tilfari til Landsbókasavnið, sí Skylduavhending
Desiderata - vantandi tilfar
Tíverri eydnast tað okkum ikki altíð, at fáa fatur á øllum bókum og øðrum tilfarið, ið vit eiga at hava til varðveitslu í Føroyadeildini. Manglandi bøkur og annað tilfar til Føroyadeildina, kalla vit desiderata. Leitar tú í bókasavnsskipanini og kemur fram á úrslit, ið er frámerkt 'DESIDERATA', men tú hevur tilfarið, ert tú vælkomin at boða okkum frá, so hoyrir tú frá okkum skjótast til ber. Boðast kann frá við at skriva til: lbs@landsbokasavnid.fo