Landsbókasavnið er føroyska universitetsbókasavnið

Vit arbeiða fyri at veita best møguligar bókasavnstænastur til lesandi á hægri lestri, til undirvísarar á Setrinum og granskarar á øllum føroyskum granskingarstovnum.

Tænasturnar umfata m.a. atgongd til vísindaligt tilfar, bæði í pappírsformi og talgilt í ymiskum tíðarritsgrunnum. Vit hjálpa fegin við leitingum og hava eisini regluliga kunning um bókasavnstænastur, sum tú ókeypis kanst luttaka í.

Vit hava umstøður til tín at sita her við tínum lestri ella gransking. Til lesandi á Setrinum hava vit námshillina, har allar bøkur á lestrarlistanum/pensum eru at finna. 

Minst til vitja okkara matkrók, har tú kanst keypa bíligt kaffi, te og ymiskt góðgæti úr sjálvtøkuni. 

Vit síggjast á Landsbókasavninum.