Føroysku bókasøvnini
"Føroysku Bókasøvnini" er eitt samstarv millum bókasøvnini, sum varð sett á stovn í 2024 og sum hevur til endamáls, at samskipa bókasavnstiltøk og at seta fólkabókasøvnini á breddan.
Sum liður í samstarvinum hava bókasøvnini í felag stovnað eina bókmentavirðisløn ið ber heitið ‘Lesaravirðislønin hjá teimum føroysku bókasøvnunum’. Lesararnir gera sjálvir av, hvør bók skal vinna ársins lesaravirðisløn. Til ber at atkvøða longu nú fyri einari av trimum tilnevndum skaldsøgunum.
Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur.
Virðislønin er serstøk á tann hátt, at tað eru lesararnir sjálvir, ið avgera, hvør skal hava virðislønina. Ein virðislønarnevnd, sum er mannað av starvsfólki frá føroyskum bókasøvnum, tilnevnir á hvørjum ári trý verk at atkvøða um. Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.
Meira kunning á heimasíðuni lesaravirðislønin.fo her
Í viku 17 fara tey føroysku bókasøvnini at varpa ljós á tey 17 heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning.
Søguliga sæð hava tilboðini hjá bókasøvnunum altíð verið grundað á burðardygd, har vit øll eru felags um tilfarið á bókasøvnunum. Bøkur og annað verður lænt út aftur og aftur.
Við heimsmálunum mælir ST til, at vit bæði tvørtur um lond og í okkara nærumhvørið arbeiða við burðardygd og her hava bókasøvnini eisini eina ábyrgd. Øll hava atgongd til bókasøvnini og tí skuldu eisini verið góðar umstøður hjá bókasøvnunum at fáa fólkið á staðnum at stuðla heimsmálunum.
Í londunum rundan um okkum hava bókasøvnini tikið hetta til sín og nú fara tey føroysku bókasøvnini eisini at varpa ljós á heimsmálini. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi átak, har vit á bókasøvnunum í viku 17 seta heimsmálini á dagsskrá.
Hugsanin er eisini, at vit fara at fáa onnur í nærumhvørvinum at samstarva um at arbeiða við heimsmálunum í viku 17 og sjálvandi er ætlanin, at vit í framtíðini altíð hava heimsmálini í huga, ikki bert í viku 17.
Meira fæst at vita her
Fólkabókasøvnini í framtíðini - endurhugsan av kjarnuuppgávuni
Á Bókadøgum 2022 greiddi Lisbet Vestergaard frá donsku tankasmiðjuni, "Fremtidens biblioteker", um menningina á bókasavnsøkinum í Norðurlondum tey seinastu árini. Hon tosaði um trý ymisk rák, sum eyðkenna gongdina í okkara grannalondum.
Fyrilesturin sæst her