Handritadeildin

Endamál

Í bókasavnslógini er ásett, at Landsbókasavnið skal hava eina handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. 

Handrit eru skjøl og bókmentaligt tilfar, sum vanliga ikki er útgivið, men sum tó kann vera virðismikið keldutilfar.

Nøkur handrit eru talgildað og atkomulig á netinum: Handrit.fo

Lánireglur

Øll kunnu læna tilfar úr Handritadeildini, men handrit kunnu tó ikki lænast heim við. Bílegg tíð at síggja handrit við at fylla skjalið Bílegg tið at síggja handrit   út og lat okkum tað. Allar lánireglurnar kunnu lesast í Reglur fyri lán úr føroyadeild og handrit

Nakað av tilfarinum á Handritadeildini er tó ikki atgeingiligt. Onkuntíð er neyðugt at fáa loyvið frá rættindahavarum, og onkuntíð kann loyvið fáast frá Landsbókasavninum. Tá er neyðugt at fylla út Umsókn um loyvi at nýta tilfar, sum ikki er alment atgongt til antin rættindahavaran ella Landsbókasavnið.

Latið okkum handrit

Á Landsbókasavninum taka vit fegin ímóti handritum og skjølum, sum koma undir økini, ið eru umrødd í bókasavnlógini.

Tey sum lata Landsbókasavninum handrit skulu fylla út eina Avhendingarváttan, og har kann gevarin sjálvur gera av, hvussu atgeingið til skjølini skal vera. 

Vanliga mæla vit til, at ongar avmarkingar eru fyri, hvør kann síggja skjøl og handrit.
Í serligum førum kann vera ásett, at skjøl bara mugu síggjast, við serligum loyvi frá gevara. Gevarin kann eisini áseta, at handritini ikki kunnu lænast fyrr enn aftaná eitt ávíst áramál.

Varðveitsla

Handrit, sum verða latin Landsbókasavninum, verða skrásett og goymd á tryggan og fullgóðan hátt. Vit tryggja, at skjøl og handrit ikki farast ella misfarast, men verða varðveitt fyri eftirtíðina. sí dømi Í fyrilestri á Vísindavøku 2019: "Arvurin frá Ebbu - Landsbókasavnið sum varðveitari" her