Alt í einum

Leita í fleiri enn 12000 av tíðarritunum í Efeingi í senn. Finn tíðarrit, greinar og annað tilfar frá Wiley, Oxford University Press, Scandinavian University Press, EBSCO (Cinahl), Elsevier, BMJ, Springer Link og øðrum. 
G.G: Ikki reiðiliga øll tíðarritini eru við í hesi felags leiting.

ACS Publications

Náttúruvísindi
Vísindaligt forlag við náttúruvísindaligum tíðarritum
Veitari: American Chemical Society
Atgongd: FRIS (Open Athens)

British Medical Journals

Heilsuvísindi
Savn við fleiri heilsuvísindaligum tíðarritum
Veitari: BMJ group
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Sciences

Havfrøði, vatnlívfrøði, fiskiskapur
Tíðarrit
Veitari: Canadian Science Publishing
Atgongd: FRIS (Open Athens)

CINAHL

Heilsuvísindi 
Dátugrunnur við næstan 1000 tíðarritum við fulltekstatgongd, umframt skipað evnisorð til yvir 5300 tíðarrit
Veitari: EBSCO
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Cochrane Library

Heilsuvísindi
Savn við dátugrunnum við hágóðsku og óheft prógvaðum tilfari 
Veitari: Wiley
Atgongd: FRIS (Open Athens)

DOAB Directory of Open Access Books

Øll vísindaevnir 
Skrá við Open Access peer reviewed bókum
Atgongd: Opin

DOAJ Directory of Open Access Journals

Øll vísindaevnir 
Skrá við Open Access tíðarritum
Atgongd: Opin

Elsevier

Øll vísindaevnir 
Vísindaligt forlag við fleiri enn 2000 tíðarritum
Veitari: Science Direct
Atgongd: FRIS (Open Athens)

ERIC Education Resources Information Center

Frálærufrøði, námsfrøði
Savn við undirvísingartilfari og vísindaligum greinum, umframt skipað evnisorð
Veitari: Institute of Education Sciences
Atgongd: Lutvíst opið

ERNiE Encyclopedia of Romantic Nationalism in Europe

Hugvísindi
Alfrøði við uml. 1700 greinum um evnir, persónar og søgulig skjøl, sum greiða frá tjóðarbygging í 19. øld.
Veitari: University of Amsterdam
Atgongd: Opin

Fróðskaparrit

Øll vísindaevnir
Føroyskt tíðarrit
Veitari: Fróðskapur
Atgongd: Opin

Google Scholar

Øll vísindaevnir 
Leitari við vísindaligum tilfari
Veitari: Google
Atgongd: Sumt opið, annað umvegis FRIS (Open Athens)

hprints

Hugvísindi
Norðurlendskt varðveitslusavn 
Veitari: HAL
Atgongd: Opin

JAMA The Journal of the American Medical Association

Heilsuvísindi
Tíðarritini JAMA og JAMA Psychiatry
Veitari: American Medical Association 
Atgongd: FRIS (Open Athens)

JSTOR

Hugvísindi
Dátugrunnur við 59 tíðarritum við fulltekstatgongd
Veitari: ITHAKA Harbors
Atgongd: FRIS (Open Athens)

The Lancet

Heilsuvísindi
Læknafrøðiligt tíðarrit frá forlagnum Elsevier
Veitari: Science Direct
Atgongd: FRIS (Open Athens)

MEPS Marine Ecology Progress Series

Havvistfrøði
Tíðarrit
Veitari: Inter-Research Science Publisher
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Nature

Náttúruvísindi
Tíðarrit
Veitari: Springer Nature
Atgongd: FRIS (Open Athens)

NEJM New England Journal of Medicine

Heilsuvísindi
Tíðarrit
Veitari: Massachusetts Medical Society
Atgongd: FRIS (Open Athens)

OpenDOAR

Øll vísindaevnir
Skrá við Open Access varðveitslusøvnum
Atgongd: Opin

Oxford Journals

Vísindalig tíðarrit ætlað granskarum og heilsustarvsfólki. Nøkur av mest týðandi tíðarritunum í fleiri vísindagreinum. (Vísindalig tíðarrit)

ProQuest

Øll vísindaevnir
Savn av 14 leitigrunnum
Veitari: Clarivate
Atgongd: FRIS (Open Athens)

ProQuest Biological Science Collection

Náttúruvísindi
Dátugrunnur
Veitari: Clarivate
Atgongd: FRIS (Open Athens)

ProQuest ERIC

Námsvísindi
Dátugrunnur umframt skipað evnisorð
Veitari: Clarivate
Atgongd: FRIS (Open Athens)

ProQuest SciTech Premium Collection

Náttúruvísindi
Dátugrunnar
Veitari: Clarivate
Atgongd: FRIS (Open Athens)

PsycInfo

Sálarfrøði, heilsuvísindi
Dátugrunnur við 2400 tíðarritum, umframt skipað evnisorð
Veitari: American Psychological Association
Atgongd: FRIS (Open Athens)

PubChem

Evnafrøði, farmakologi/heiliráðfrøði
Dátugrunnur
Veitari: National Library of Medicine
Atgongd: Opin

PubMed

Heilsuvísindi
Dátugrunnur við tilvísingum m.a. til MEDLINE við skipaðum evnisorðum
Veitari: National Library of Medicine
Atgongd: Opin

PubMed Central

Heilsuvísindi
Varðveitslusavn við greinum og øðrum alment stuðlaðum granskingarúrslitum
Veitari: National Library of Medicine
Atgongd: Opin

PURE Føroyar

Øll vísindaevnir 
Føroyskur granskingarpallur 
Atgongd: Opin

RePEc Research Papers in Economics

Búskaparfrøði
Dátugrunnur
Veitari: RePEc
Atgongd: Lutvíst opin

ROAR Registry of Open Access Repositories

Øll vísindaevnir
Skrá við Open Access varðveitslusøvnum
Veitari: Universtiy of Southamptom, UK
Atgongd: Opin

Sage Journals

Heilsuvísindi, hugvísindi
Vísindaligt forlag við fleiri enn 700 tíðarritum
Veitari: Sage Publications
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Science Magazine

Náttúruvísindi, heilsuvísindi
Vísindaligt forlag
Veitari: AAAS
Atgongd: FRIS (Open Athens)

SCUP Scandinavian University Press

Hugvísindi, náttúruvísindi
Vísindaligt forlag við fleiri enn 100 tíðarritum (fyrr Idunn)
Veitari: SCUP
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Springer Nature Link

Øll vísindaevnir
Pallur við vísindaligum tíðarritum
Veitari: Springer Nature
Atgongd: FRIS (Open Athens)

SSRN Social Science Research Network

Samfelagsvísindi
Granskingarpallur
Veitari: Elsevier
Atgongd: Opin

Taylor & Francis

Hugvísindi, náttúruvísindi
Vísindaligt forlag við fleiri enn 1400 tíðarritum
Veitari: Informa PLC
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Tidsskrift.dk

Øll vísindaevnir
Portalur við fleiri enn 90 tíðarritum 
Veitari: Det Kongelige Bibliotek, Danmark
Atgongd: Opin

UpToDate

Heilsuvísindi
Læknafrøðiligur leitigrunnur
Veitari: UpToDate
Atgongd: Bert á Landssjúkrahúsinum

Wiley Online Library

Øll vísindaevnir
Vísindaligt forlag við fleiri enn 1300 tíðarritum
Veitari: Wiley
Atgongd: FRIS (Open Athens)

Um Efeingi / FRIS

Efeingi er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum, um at veita hesum stovnum atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum. Samstarvið verður eisini kallað FRIS  - Faroese Research Information Service.

Tilsamans er teknað hald upp á umleið 12.000 vísindalig tíðarrit, sum eru atgeingilig frá 1997 til í dag. 

Í FRIS-samstarvinum 2026, eru ellivu søvn og stovnar:

  • Firum 
  • Fróðskaparsetur Føroya
  • Granskingarráðið
  • Heilsustýrið 
  • Havstovan
  • Heilsufrøðiliga starvsstovan 
  • Landsbókasavnið (samskipari)
  • Sjúkrahúsverkið
  • Sernám 
  • Tjóðsavnið 
  • Umhvørvisstovan

Møguleiki er hjá almennum søvnum og stovnum at koma við í samstarvið, um teir gera vart við seg seinast í oktober, tá avtalur við útlendsku forløgini verða endurskoðaðar. Send fyrispurning til lbs@lbs.fo    

Til almenningin

Ert tú stødd ella staddur á Landsbókasavninum, fært tú atgongd til vísindaligu greinarnar, sum eru við í efeingis-haldnium. Rita inn á okkara gestanet, og tak greinar niður í PDF, ella printa út á pappír.

Fjaratgongd

Hevur tú longu brúkara - rita inn her: www.openathens.net

Hevur tú ikki brúkara?

Um tú ert lesandi á Fróðskaparsetrinum, ella knýtt/ur at einum av teimum stovnunum, ið eru við í samstarvinum um Efeingi (FRIS), ber til at fáa ein brúkara til MyAthens. Við einum MyAthens brúkara, ber til at fáa fjaratgongd til  grunnar og talgildu tíðarritini heimanífrá.

Søk um fjarbrúkara umvegis formularin her.

IP Atgongd

IP atgongd merkir at tað er atgongd til vísindaligu greinarnar í fulltekst frá teimum bókasøvnum og skúlum, sum samstarva um efeingi.

Atgongd er til e-tíðarrit og e-greinar í haldinum um ein er stødd ella staddur á Landsbókasavninum, Fróðskaparsetrinum ella einum av teimum stovnunum sum samstarva um efeingi.

Aðrar keldur

Umframt vísindaligu tíðarritini í efeingi hava vit eisini eitt savn av øðrum keldum. Hetta savnið kalla vit e-bókasavnið. Finn tað HER

Tíðarritafinnari - til vísindafólk

Hava vit avtalu við tíðarritið?
Finn svarið her!

Flestu av okkara avtalum um atgongd til vísindalig tíðarrit eru gjørdar í samstarvi við Consortie hjá Kongaliga bókasavninum í Danmark. Á teirra heimasíðu er ein funka, har tú kanst skriva navnið á tíðarritinum, sum tú hevur áhuga í, og fáa svar uppá, um tú (via FRIS/Landsbókasavnið) hevur atgongd til tíðarritið - bæði at lesa í og geva út í. 

Hetta er leinkið: Finn tíðarritið her

Legg merki til:

1: Í yvirlitinum á Journal Finder eru bæði tíðarrit, sum vit hava avtalur við og eisini onnur tíðarrit sum eru open access - tvs. at hald ella avtala ikki krevst fyri at sleppa at lesa ella geva út í tíðarritinum. 

2: FRIS - føroyska samstarvið um hald av vísindaligum tíðarritum - hevur eisini aðrar sjálvstøðugar avtalur uttan um Kongaliga bókasavnið við forløg og tíðarrit, har vit kunnu lesa og geva út. Tær avtalurnar sært tú ikki í Journal Finder.

Talan er um avtalur við hesi forløg:

  • Canadian Journal of Fisheries and Aquatic Science
  • JSTOR
  • MEPS (Marine Ecology Progress Series)