Í desember 2021 fekk Landsbókasavnið aktivan limaskap í IFLA, International Federation of Library Associations and Institutions.

IFLA er ein altjóða bókasavnsfelagsskapur við limum úr bókasavnsfeløgum, bókasøvnum og stovnum.

Við sínum fleiri enn 1600 limum úr umleið 15 limalondum, er IFLA fremsti altjóða stovnur, sum umboðar øll tey ið eru bundin av bókasøvnum og serfrøðingum innan bókasavnskervið.

IFLA er fyrst og fremst sett á stovn til frama fyri á styrkja bókasøvn og kunningartænastu á høgum støði, lýsa tørvin á góðum kunningar- og bókasavnstænastum og at umboða áhugamálini hjá limunum um allan heimin.

Í 2002 samtykti IFLA yvirlýsingina, ta sonevndu Glasgow deklaration, sum snýr seg um intellektuelt frælsi og demokrati.

IFLA hevur 50 undirdeildir harav ein teirra er fyri fólkabókasøvnini.

Í 1949 varð yvirlýsing fyri fólkabókasøvn góðkend av UNESCO. 29. november 1994 varð hon dagførd í París og aftur í 2021 her

Yvirlýsingin er ein staðfesting av týdninginginum fólkabókasøvnini hava til frama fyri frið og útbúgving til alla mannaættina og fráboðar trúnna á fólkabókasøvnini sum týðandi stovnar til frama fyri frið og útbúgving til alla mannaættina.

Yvirlýsingin fyri fólkabókasøvn á føroyskum frá 1995: Yvirlýsingin um fólkabókasøvn 

 Les meira um IFLA her

 

 

IFLA/UNESCO

Bibliotekens internationella manifest