Námshill
![](/upload/cache/images/1201-1400/c851e902167070ced562f7b10b95d669c0dac8e8_w450_h0_fS.jpg)
Hetta er ein tænasta til lesandi á Setrinum.
Bøkurnar á tínum lestrarlista/pensumlista standa á námshillini her á universitetsbókasavninum.
Í samstarvi við undirvísarar á Setrinum savna vit allar tínar pensumbøkur á hillarnar, sum vit nevna námshillin. Endamálið er, at øll skulu kunna koma inn at síggja, lesa ella taka avrit av bókunum á lestrarlistanum. Tískil kanst tú ikki læna við heim av hesi hill.
Tað kann tó vera, at bókin eisini stendur á vanligu útlánshillunum, og har kanst tú sjálvandi læna sum vanligt.
Vit arbeiða áhaldandi við at skaffa bøkur og halda hillina dagførda.