Føroysk gransking

Í PURE-grunninum finnur tú vísindaligar greinar hjá føroyskum granskarum, umframt greinar um Føroyar - frá 2021 og fram. Tað er ókeypis og opin atgongd.

Trýst her.

Søgan um PURE

Í 2020 fóru Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið undir at seta í verk føroys

ka Pure skipan. Hetta er ein umsitingarskipan til at savna, umsita og vísa upplýsinga

r um útgávur og onnur vísindalig avrik hjá stovnum og granskarum.

Skipanin verður brúkt víða um av universitetum og granskingarstovnum til tess at lýsa avrik, vísindalig fokusøki og førleikar, samstarv o.a. Skipanin kann eisini brúkast innanhýsis og nationalt til hagtøl, frágreiðingar, støðumetingar o.a. Eisini kann hon verða brúkt til nationala goymslu av útgávum - National Repository.

Eitt ynski hjá okkum er at bjóða øllum granskingarstovnum í Føroyum at vera við í skipanini, so vit hava eitt stað, sum vit øll kunnu vísa til, tá talan er um føroyskar førleikar og avrik. 

Í skipanini verða granskarar skrásettir við tilknýti til teir stovnar, sum teir arbeiða hjá. Fleiri granskarar hava sítt høvuðsstarv á einum av sektorgranskingarstovnunum, men eru harumframt adjungerðaðir á Setrinum. Hetta kann og eigur skipanin at lýsa. Tí er neyðugt at skráseta nakrar grundupplýsingar um allar granskingarstovnarnar, hóast teir (enn) ikki eru við í skipanini.  

Ert tú granskari og ikki skrásettur í skipanini kanst tú seta teg í samband við Fróðskaparsetrið pure(att)setur.fo