Soleiðis verður tú lánari

Lánarakort fæst ókeypis í avgreiðsluni.

Øll yvir 14 ár, sum hava bústað í Føroyum, kunnu læna ókeypis á Landsbókasavninum, treytað av

  • at lánarin hevur lánarakort
  • at reglugerðin verður hildin

Tað ber ikki til at læna uttan lánarakort.

Verður lánarakortið burtur, má boðast bókasavninum frá beinanvegin, og tú fært eitt nýtt lánarakort.

Broytir lánarin bústað, telefonnummar ella teldupost, skal bókasavnið hava boð.

Lánarakort hjá øðrum føroyskum bókasøvnum kunnu eisini nýtast á Landsbókasavninum, um tey verða lisin inn í bókasavnsskipanina.

Ábyrgd

Lánarin hevur sjálv/sjálvur ábyrgdina av tí, hon/hann lænir.

Lánitíðin

Lánitíðin er 30 dagar - í summum førum 14 dagar.

Bíleggingar

Er tilfarið útlænt, ber til at bíleggja tað umvegis www.bokasavn.fo. Fráboðan verður send, tá ið tilfarið er tøkt.

Minst til at hava lánarakortið við, tá ið tú kemur eftir tilfarinum.

Sjálvgreiðsla

Tilfar kann bíleggjast og endurnýggjast um leitiskipanina hjá Landsbókasavninum á: www.bokasavn.fo

Til hetta krevst lánarakort og loyniorð.

Væntar tær loyniorð, vend tær so til avgreiðsluna á bókasavninum.

Ritar tú inn í www.bokasavn.fo sært tú eisini

- Øll tíni lán
- Afturborin lán
- Bíleggingar


Tilfar frá øðrum bókasøvnum

Eigur bókasavnið ikki tilfarið, ið leitað verður eftir, verður í flestu førum roynt at útvega tað frá øðrum bókasøvnum, annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands.

Í summum førum verður gjald kravt fyri greinir.

Fyri tilfar lænt frá øðrum bókasøvnum eru teirra treytir galdandi.

Endurnýggjan

Lánið kann endurnýggjast, um eingin annar hevur biðið um tilfarið. Endurnýggjan av láni kann avgreiðast á heimasíðuni www.bokasavn.fo ella umvegis teldupost / telefonina.

G.G. Útlendsk lán kunnu einans endurnýggjast við at seta seg í samband við avgreiðsluna á Landsbókasavninum.

Fjaratgongd til talgilt tilfar

Limir í FRIS kunnu fáa fjaratgongd við at biðja um brúkaranavn og loyniorð.

Send umsókn um fjaratgongd

Áminning

Verður tilfarið ikki borið aftur rættstundis, verður sekt givin soleiðis sum yvirlitið vísir:

  • 0-14 dagar ov seint 20 kr.
  • 15-28 dagar ov seint 70 kr.
  • eftir 29 dagar ov seint 140 kr.

Endurgjald

Geva áminningarnar ikki úrslit, verður endurgjaldskrav skrivað, og somuleiðis kann endurgjald verða kravt fyri oyðilagt og burturmist tilfar.

Saman við innheintingargjaldinum á 150 kr verður eisini kravt eitt endurgjaldskrav fyri tilfar, ið ikki verður latið inn aftur.

Serliga virðismiklar bøkur, partar av bókaverkum og annað týdningarmikið tilfar verður virðismett fyri seg

Landsbókasavnið hevur opið soleiðis

Mánadag, týsdag, mikudag og hósdag: kl. 08:30-18:00
Fríggjadag: kl. 08:30-17:00

Móttøkan letur upp kl. 10:00